So leingi kunnu tey 65 ára gomlu vænta at liva afturat

Hagstovan hevur gjørt nakrar metingar um livialdurin hjá teimum, sum eru 65 ára gomul í dag

Tey, sum eru 65 ár í dag kunnu vænta at liva fleiri ár longri enn tey, sum vóru 65 ár fyri einum 30 árum síðani. Tað vísir ein útrokning hjá Hagstovuni, har tey hava mett um alskyns viðurskifti í hesum sambandi. Hagstovan vísir á, at tá ið fólk eru komin upp í 65 ára aldur, eru tey komin um nógvar vandar, sum fólk í yngri árum eru í, og tískil kunnu tey eisini vænta at verða nøkur ár eldri enn tað er væntandi, at nýføðingar fara at verða.

 

Sostatt sæst, at í miðal kann ein maður sum nú er 65 ára gamal, vænta at liva í 19,5 ár afturat. Tað vil siga, at hann kann vænta at liva til hann er 84,5 ár - og tað eru gott trý ár longri enn væntaði livialdurin er fyri ein nýføddan drong, tí hann er 81,4 ár.  

 

Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at liva í 22 ár afturat, ella til hon er 87 ár. Tað eru 1,3 ár longri enn tað er væntandi, at ein nýfødd genta kann væntast at liva, tí væntaði livialdurin hjá henni verður mettur at vera 85,7 ár. 

 

Sum tað sæst á talvuni niðanfyri, kunnu tey, sum eru 65 ár, vænta at liva væl longri í dag enn fyri einum mansaldri síðani. Í 1985 kundi ein 65 ára gamal maður vænta at liva í eini 14 ár afturat og ein 65 ára gomul kvinna kundi vænta at liva í næstan 18 ár afturat. Men tað sæst eisini, at hesi síðstu árini er munurin ímillum menn og kvinnur minkaður nakað.

 

##med2##