So leikandi lætt um bygdina

Tá veðrið er til vildar er ikki nóv annað at gera enn at fara sær ein túr oman í Nólsoyar bygd.

Nólsoy: Tað er ikki altíð at børnini tíma so væl at verða hildin innandura.
Og tá veðrið so er til tað, so er ikki nógv annað at gera enn at fara ein túr út við børnunum.
Tað var júst tað, sum starvsfólkini í barnagarðinum "Leikalund" í Nólsoy gjørdu mikudagin í farnu viku.
Veðrið var av tí allarbesta um morgunin, og tí var ikki annað at gera enn at leita sær út í bygdina frá morgunstundini av.
Henda dagin vóru tey á veg til hús aftur, tá klokkan var farin at ganga til 11.
Tey høvdu verið uttandura í eina góða løtu, men nú var svongdin av álvara farin at gera um seg hjá børnunum.
- Nú er børnini vorðin so troytt, og nú fara vit heim at eta matpakkarnar, segði eitt av starvsfólkunum.
Í barnagarðinum Leikalund eru vanliga 25 børn í vøggustovuni og barnagarðinum. Starvsfólkini eru seks í tali.