So leikandi lætt

Samrøða við tónleikararnar, sum spæla til ólavsøkukabarettina

Ólavsøkukabarettin er ikki bara sjónleikur. Nei, har eru sanniliga eisini tónleikarar, sum gera sítt til, at kabarettin verður til tað, sum hon er.
Tónleikararnir í ár eita Bartal Højgaard, Fríði Øster, Rúni Eysturlíð og Janus Kampmann. Teir eru allir útisetar, men fleiri av teimum hava spælt saman í kabarettini upp í fimm ferðir fyrr, og allir fýra hava spælt til kabarettina fyrr, so hesir ungu menninir eru gamlir í garði.
? Vit spæla ikki saman vanligt, men vit eru so væl fyrireikaðir í ár, sum ongantíð fyrr, siga teir fýra tónleikararnir.
Og í ár er nakað nýtt hent við tónleikarunum. Ístaðin fyri at standa kroystir í einum horni niðri á gólvinum, eru teir slopnir uppá pallin at spæla, og tað eru teir ógvuliga glaðir fyri. Teir vísa eisini á, at hetta er tann kabarettin, sum er tekniskt og praktiskt best fyri.
? Hjá okkum verður spælt uppá kommando. Vit spæla tíðaraktuellan tónleik, mest kend løg, men so eisini okkurt, sum er gjørt til høvið, so vit eru ógvuliga spentir uppá, hvussu tað fer at ganga.
Spurdir um, hví teir tíma at spæla til kabarettina var svarið greitt:
? Hetta er vorðið til ein part av okkara ólavsøku eftirhondini.
Teir siga, at tað at spæla til ólavsøkukabarett er so nógv av eini avbjóðing, sum ein sjálvur ger tað til.
? Um tú ger tær ómak við at fáa tað at ljóða so væl sum møguligt, og spælir so væl sum tú kann, so er tað ein avbjóðing í sær sjálvum, siga teir. ? Tað er eisini stuttligari at spæla við sjónleikarum enn við sangarum, siga teir flennandi at enda.