So leggur B-bólkurin til brots

Í dag verða teir fyrstu dystirnir í millumumfarinum í bólki 2 í EM-hondbóltskappingini í Serbia. Liðini, sum eru í hesum bólkinum, eru Kroatia, Spania, Ungarn, Slovenia, Ísland og Frakland, og øll spæla í dag.

 

Tann fyrsti dysturin byrjar klokkan 15.10 okkara tíð og er millum Ísland og Ungarn, annar dysturin verður klokkan 17.10 millum Frakland og Slovenia, og klokkan 19.10 verður ein ivaleyst spennandi dystur ímillum Spania og Kroatia.

 

Støðan undan dagsins dystum er, at Kroatia hevur fýra stig, Spania og Ungarn hava trý, Slovenia hevur tvey, og Ísland og Frakland hava einki stig.

 

Íslendski venjarin, Guðmundur Guðmundsson (myndin), ásannar í samrøðu við íslendskar fjølmiðlar, at tað verður trupult at sleppa í hálvfinaluna, nú liðið einki stig fekk við sær úr tí innleiðandi umfarinum. Men liðið fer á vøllin fyri at vinna teir næstu dystirnar, leggur hann afturar.

 

Íslendingar plaga at hava gott tak á Ungarn, men tað ungarska liðið vann á Fraklandi í tí innleiðandi umfarinum, og íslendski venjarin viðgongur, at tað hevði hann ikki væntað.