Seint í kvøld fór at kava, og tað kavi rættiliga illa eina løtu. Nógvastaðni um landið eru vegirnir hvítir, soleiðis sum viðhefta mynd vísir, sum er tikin á Sandi stutt fyri midnátt í kvøld.
Men, hvat kunnu vit so vænta okkum teir næstu dagarnar? Vit hava hugt eftir, hvat danska veðurstovan - DMI - sigur í kvøld um veðrið teir næstu dagarnar.
Í løtuni er eitt sindur kalt, men tað er lítil vindur. Hitin fer at liggja niður móti frostmarkinum og upp í eini seks hitastig teir næstu tímarnar, soleiðis sum útlitini eru.
Einki bendir tó á, at tað verður liggjandi kuldi, tí longu sunnudagin sigur veðurstovan, at hitin fer at liggja millum fimm og átta stig - og mánadagin millum fimm og níggju stig.
Týsdagin kólnar eitt sindur aftur, tá hitin fer at liggja millum trý og sjey stig, og mikudagin boðar DMI frá trimum til átta hitastigum alt samdøgnið, og sama verður hósdagin.
So, hóast vit síggja vegirnar hvítar í kvøld, bendir einki á, at enn verður nakar liggjandi kavi. Tað høvdu vit heldur ikki roknað við, nú oktober mánaði enn eigur nakrar dagar eftir.
.