Lionel Messi fekk sítt fyrsta reyða kort í yrkisleiðini, tá FC Barcelona tapti finaluna um stórsteypið í Spania móti Athletic Bilbao.
Spanska Fótbóltssambandið hevur givið honum leikbann í tveir dystir. Spanskir miðlar hava annars lagt upp til, at Lionel Messi kundi fáa fleiri dystir, tí talan var um eina roynd at sláa ein mótstpælara, eftir at hann kom við einum skumpi.
FC Barcelona verður sostatt uttan Lionel Messi til steypadystin móti Cornella og Elche í La Liga. Ronald Koeman, venjari hjá FC Barcelona, vónar tó at bannið verður stytt við einum leikdegi.