Tað er rættiliga ymiskt, hvussu langir bíðilistarnir eru at sleppa til ymsar kanningar, og viðgerðir á teimum trimum sjúkrhúsinum. Nú er Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, spurt landsstýrismannin í heilsumálum, hvussu langir bíðilistarnir eru til ymsar viðgerðir og kanningar.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í fjør hevði Sjúkrahúsverkið fleiri enn 180.000 vitjanir og tað fevnir um allar tær kanningar, útgreiningar, viðgerðir og eftirlitskanningar, og aðrar heilsutænastur, sum starvsfólkini á teimum trimum sjúkrahúsunum veita. Tilsamans vóru yvir 30.000 ymisk fólk í samband við sjúkrahúsini í 2020, sum er fleiri enn vanligt, tí hesu seinastu árini hevur talið ligið um um 25.000 fólk, sum hava verið í sambandi við sjúkrahúsverkini.
Sjúkrahúsverkið ger hundraðtals ymiskar kanningar, útgreiningar og viðgerðir, og tað ber ikki til at geva eitt fullfíggjað yvirlit yvir hvussu nógv fólk í løtuni bíða til allar hesar kanningar og viðgerðir. Men Sjúkrahúsverkið hevur kortini sett bíðitíðirnar upp til nakrar kanningar og viðgerðir.
Skurðøkið
Sjúkur í tarmum, maga, livur, v.m er bíðitíðin 1-3 mánaðir.
Til kikarakanning er bíðitíðin 1-2 mánaðir.
Til serlækna í kvinnusjúkum er bíðitíðin 1 mánaður.
Til serlækna í urologi, sum eru sjúkur í landrásini og nýrunum er bíðitíðin 3 mánaðir.
Til serlækna í ortopedi, sum fevnir um føtur, mjadnar, rygg, knø, akslar og ítróttarskaðar, er bíðitíðin einar 3 mánaðir í miðal at koma til ta fyrstu viðtaluna, og til forkanningar. Men tað er eisini ein ávísur munur ímillum sjúkrahúsini á summum økjum.
Medisinska økið
Í sambandi við onkologi, sum er krabbamein, er bíðitíðin til ta fyrstu viðtaluna í miðal 10 dagar.
Í sambandi við gastroenterologi, sum eru magasjúkur og tarmsjúkur, eru bíðitíðirnar frá undir einum mánað til 3 mánaðir.
Í sambandi við neurologi, sum eru sjúkur í nervalagnum, er bíðitíðin at sleppa til fyrstu viðtalu, 3 mánaðir.
Í sambandi við hæmatologi, sum eru blóðsjúkur, er bíðitíðin upp til 2 mánaðir.
Í sambandi við lungasjúkur, er bíðitíðin at sleppa til ta fyrstu viðtaluna, umleið 1 mánað.
Í sambandi við reumatologi, sum er giktasjúkur, er bíðitíðin at sleppa til fyrstu viðtalu einar 4 mánaðir.
Til Svøvnambulatoriið er bíðitíðin umleið 1 mánað.
Til pínuklinikkina er bíðitíðin ímillum 3 og 6 mánaðir, alt eftir um talan er um ta fyrstu samrøðuna við eitt heilsustarvsfólk ella um talan erum ta fyrstu, tvørfakligu samrøðuna.
Psykiatriska økið
Til barna- og ungdómspsykiatriina, hevur bíðitíðin at sleppa til fyrstu viðtalu ímillum 5 og 6 mánaðir, men hetta seinasta árið eru so nógv børn komin á bíðilistan afturat, at nú er bíðitíðin 16 mánaðir.
Í sambandi við demens er bíðitíðin at sleppa til fyrstu viðtalu, 3 vikur.
Í økispsykiatriini er bíðitíðin at sleppa til ta fyrstu vitjanina, eisini 3 vikur, og til forsamrøðu við lækna í vaksnapsykiatriini er bíðitíðin 2 mánaðir.
Eingin bíðitíð
Til MR-skanningar og CT-skanningar er ongin bíðitíð og í sambandi við CT-skanningar er tað soleiðis, at tá ið ein sjúklingur fær ávísing til CT skanning, fær hann tíðina at vita beinanvegin. Her skal havast í huga, at CT-skanning kann krevja størri fyrireiking, tað við siga, at úrslitið av blóðroyndum, ella øðrum kanningum, skulu fyriliggja fyrst og at tað tí tekur longri tíð, áðrenn skanningin kann verða framd.
Kanningar, sum ikki hava skund, verða lagdar til rættis seks vikur fram , men samstundis er eisini pláss fyri tí, sum kann væntast at koma afturat av skanningum, sum hava bráðskund.
Annars sigur landsstýrismaðurin, at arbeitt verður við einum felags bíðilista fyri øll trý sjúkrahúsini og tað er ein fortreyt fyri, at tey trý sjúkrahúsunu kunnu gagnnýtast til fulnar.
Læknar skulu senda eina ávísing á eitt ávíst stað og ikki til trý sjúkrahús, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann sigur, at tá slest undan, at sjúklingar standa á bíðilista á fleiri sjúkrahúsum og sostatt kann kapasiteturin gagnnýtast til fulnar, samstundis sum at gjøgnumskygni verður í bíðitíðunum.