Seinasta leygardag legði ein lítil útróðrarbátur at í Vágsbotni. Talan var um modellbátin, "Diana" úr Miðvági , við 55 ára gamla Eyðálvi Niclasen í Miðvági sum fjarstýrdum skipara.
Diana er ein modellbátur, ið er gjørdur í lutfallinum 1:6. Eyðálvur Niclasen hevur sjálvur gjørt bátin, ið er 1,5 m langur og 0,51 m breiður, svarandi til ein veruligan 28-30 fót bát.
Báturin er gjørdur úr træ og er bygdur upp sum ein vanligur føroyskur bátur. Hann hevur línuspæl og snellur, ið Eyðálvur sjálvur hevur gjørt úr aluminium. Alt virkar og er fjarstýrt.
Maskinan í bátinum er ein 12 volt motorur úr varmaapparatinum á einum bili, ið verður drivin av tveimum 12 volts accumulatorum.
Eyðálvur siglir við norskum skipi og hevur modellbátar sum frítíðarítriv. Hann hevur eisini eitt modell av trolaranum Høgafossi.