So lýsir á Tórsvølli

Hóast nýggju ljósini á Tórsvølli í Havn alment verða tendrað í morgin klokkan 19:30, so lýsti við fullum blussi, tá menn í kvøld »royndarkoyrdu« ljósini. Glaman sást sum vera man um allan býin, og tað var rættur stórbýardámur í Gundadali av øllum hesum bjørtu ljósum, sum vit kenna frá stórbýarstadion aðrastaðni.

Býráðið hevur annars boðað frá, at ljósini verða tendrað »fyri fyrstu ferð« í annaðkvøld klokkan 19.30. Føroyska A-landsliðið í fótbólti fer tá at hava sína fyrstu venjing á Tórsvølli í sambandi við landsdystin Føroyar – Italia.

Í hesum sambandi fer formaðurin í Fótbóltssambandinum, Christian Andreasen, at siga nøkur orð, og síðan verður tað Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at tendra ljósini, áðrenn landsliðsleikararnir við Brian Kerr landsliðsvenjara á odda byrja venjingina.

Síggj kykmynd HER