Magnus Tausen, stjóri í Námi
-----
Í bløðunum eru í hesum døgum nógvar lýsingar frá fakfeløgum, sum kyrra limir sínar, nú nýggj eftirlønarlóg kemur í gildi á nýggjárinum. Sagt verður, at okkara viðurskifti eru í lagi, og neyðugt er ikki hjá limunum at gera nakað sum helst. Og tað er tað heldur ikki hjá fleiri, tí fakfeløgini hava verið framfýsin og hava tikið ábyrgd.
Lýsingarnar hjá fakfeløgunum eru neyðugar, tí fríu marknaðarkreftirnar gera tað, sum tær skulu: Nýta øll góð høvi at selja seg og vørur sínar. Tí er tað, at bankarnir serliga gera vart við seg. Alt við einum undirtóna av hjálp og vælvild í teimum faldarum, sum komnir eru sendandi í hvørt hús. Men lat ongan iva vera um, at nógvir pengar ganga leysir í hesum sambandi. Hugsið bara um, at forskattaðu eftirlønirnar megna at fíggja flatskattin. Og tá eru nógv, sum framvegis gjalda lítið og einki í eftirløn.
Ein lýsing í hesum sambandi, sum ongantíð fer at koma, er tann frá Løgtinginum. Men hevði hon komið, hevði orðaljóðið helst verið nakað soleiðis:
“Av tí at vit løgtingsfólk og landsstýrisfólk hava lóggivið okkum sjálvum tænastumannasetan, sum fyri løgtingsfólk gevur fulla løn fyri hálvt starv og double up í eftirløn, og fyri landsstýrisfólk gevur fulla eftirløn eftir 8 árum, er óneyðugt við eyka inngjøldum. Við eftirlønarbroytingini á nýggjárinum fara vit tó allar helst at lóggeva so, at vit umframt tænastumannaeftirlønina eisini skulu hava eini 15% í eftirlønargjaldi til egna uppsparing – tað skulu jú øll, og vit eru púra vanlig fólk!”
Í bestu jólatíð kemur hetta grefliga órættvísi til sjóndar. Og minnist til, at sonnu avleiðingarnar koma ikki til sjóndar fyrr enn um nógv ár, tá ið eftirlønarkrónurnar longu eru skattaðar, og almenna skipanin er niðurlaga, tí pengatrot er. Tá er alt, ið bendir á, at vit verða heilt nógv, sum mugu liva fyri alt ov lítið. Í øllum førum munandi minni enn nú.
Tá ið verkamaðurin spyr: “Hví kann landið ikki gjalda mær eftirløn, nú eg havi slitið meg upp”, er svarið væl grundað og sjálvandi noktandi. Vit skulu øll, sum kunnu, gjalda fyri okkum sjálvi. Eitt frálíkt aðalmál at hava, men trúvirðið hvørvur heilt, tá ið tey, sum seta seg á pengakassan, tá ið verkamaðurin spyr, sjálvi eru í kassanum og fylla sær lummarnar til ellisár síni.
Gerið eina skipan fyri tykkum sjálvi, sum er grundað á tað, tit krevja av øllum øðrum, og sum er hvørki verri ella betri enn tað, øll onnur hava møguleika og atgongd til. Alt annað er valdsmisnýtsla!
Gleðilig jól!