- Afturkomin av ólavsøku við nýggjum líggja mátti hann roynast, hóast tað ikki var allarbesti terri.
Tað skrivar Bjørn Patursson, fyristøðumaður, á Facebook-síðuni - Koltur. Hann vísir á, at tað at sláa gras við líggja er ein grundleggjandi partur av tí "immateriella" partinum í antikvarisku serskipanini í Koltri - og avgjørt ein partur sum eigur at mennast.
Seinni á Kolturs-síðuni skrivar hann, at tey plagdu at siga, at "So kyllingur, so kona…" Og kyllingur er sambært Birna í hesum førinum ein lítil sáta.
- Menn gjørdu sær ómak við at formgeva kyllingin og enn meira sáturnar, tí sagt varð í skemti, at soleiðis, sum kyllingurin ella sátan sóu út, fór konan eisini at verða "formað". Men, nú kan tað so gera tað sama, leggur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, skemtiliga aftrat.