– Fær Edvard Heen sín vilja, kunnu vit akkurát tað sama pakka saman.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, vil ikki vita av eini ætlan hjá Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum um at avmarka valdið hjá fakfeløgunum at fara í verkfall.
Edvard Heen heldur, at verkfallið hjá pedagogunum hevur víst, at skipanin, vit nú hava á arbeiðsmarknaðinum, má broytast
Hann sipar til, at sum støðan nú er, eru tað fakfeløgini sjálvi sum gera av, hvørji undantøk skulu gerast í einum verkfalli. Og hann heldur, at Pedagogfelagið var so trekt at geva undantøk, at lív og heilsa hjá búfólki á stovnum undir Almannaverkinum, varð í vanda.
Í Sosialinum í dag greiðir hann frá, at hann tí vil hava eina nýggja skipan, har tað er ein serlig nevnd, ella ráð, sum skal hava myndugleika at gera av, hvørji undantøk skulu gerast frá einum verkfallið, púra óheft av teimum stríðandi pørtunum.
Les eisini: Hetta má ongantíð henda aftur
Jógvan Philbrow tekur ikki undir við eini slíkari skipan. Tvørtur ímóti heldur hann, at hetta er ein provokatión, sum bara tænir einum einasta endamáli, og tað er at trekkja tenninar úr fakfeløgunum.
Hann sigur, at í roynd og veru merkir hetta, at fakfeløg missa møguleikan at fara í eitt effektivt verkfall. Og avleiðingin av tí verður so aftur, at tað verður arbeiðsgevarin, sum einsamallur sleppur at áseta bæði løn og arbeiðsumstøðurnar annars. Og verður ein slík skipan í verk, kunnu fakfeløgini akkurát tað sama pakka saman, tí so missur eitt verkfall alla tyngd og alla ávirkan.
Les eisini: Vit vóru ov lagalig í verkfallinum
Hann vísir eisini á, at rætturin at fara í verkfall er ein grundlógartryggjaður rættur, sum fakfeløgini gera alt fyri at verja. Og myndugleikarnir skulu hugsa seg sera væl um, áðrenn teir nerta við hann.
– Verða broytingar gjørdar í samsvari við ynskini hjá Edvard Heen, er tað so kanska ein orsøk til at fara í verkfall, spurdu vit Jógvan Philbrow.
Men tað svarar hann ikki beinleiðis uppá, men hann staðfestir, at tað er í øllum førum ein provokatión.
Formaðurin í Pedagogfelagnum sigur, at sum støðan er nú, eru øll hesi viðurskifti væl skipað, tí vit hava avtalur um fráboðanarskyldu og vit geva eisini tey undantøk, sum eru neyðugt.
– Í sambandi við verkfallið hesa gerð, brúktu vit nógva orku upp á at meta um, hvørji undantøk, vit skuldu geva. At taka støðu til um lív og heilsa stendur í váða, er álvarsmál og tí góvu vit tey undantøk, sum vóru neyðug, leggur hann afturat.