So kunnu øll hoppa og renna

Hetta er ein sjónleikur, sigur Løgmaður

Tað er ikki rætt, sum andstøðan sigur um Johan Dahl.

Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður í verjurøðu síni fyri Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum í løgtinginum í dag.

Nú Løgtingið viðgerð uppskotið frá andstøðuni um misálit á Johan Dahl, endurtekur løgmaður, at hann hevur fult álit á Johan Dahl og fer ikki at koyra hann frá.

Hann sigur, at Johan Dahl hevur sett sparingar í verk á Strandferðsluna, umframt at onnur stig eru tikin.

 

Hann sigur, at hvørja ferð meiri peningur verður brúktur enn játtanin røkkur til, er stýrisskipanin brotin.

Og tað er ikki nøktandi.

Hann ásannar eisini, at alt er ikki farið rætt fram, men hann heldur at brotið  er ikki so stórt, at tað eigur at kosta Johan Dahl starvið. Løgmaður heldur, at tað skal vera samanhangur í ímillum álvaran í brotinum og álvaran í avleiðingunum og tað hevði tað ikki verið at koyrt Johan Dahl frá.

Men tað positiva er at seinastu árini eru meirnýtslurnar nógv minkaðar, tí eftirlitið er batnað.

Hann kallaði uppskotið um misálit fyri ein sjónleik men hann tekur ikki eina avgerð, uttan at hann metir, at avgerðin er røtt.

- Og so ”kunnu øll hoppa og renna”, legði løgmaður afturat.

- Og eg meini tað í álvara, tí eg skal liva við hesi avgerðini, førdi løgmaður fram á tingsins røðarapalli.

 

Les eisini: Johan Dahl verður sitandi

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at vit hava eina skipan fyri, hvussu vit handfara slík mál.

Og ein partur av hesi skipanini er landsstýrismálanevndin og har hevur ein meiriluti tikið eina avgerð.

Í øðrum málum hevur tað verið alt avgerðandi hjá andstøðuni at  fylgja meirilutanum í nevndini.

So tað gekk løgmaður út frá, at tað skulu vit eisini gera í hesum føri.

- Eg virði meirilutan í landsstýrismálanevndini, tí tað er fólkaræði, sigur løgmaður.

Hann sigur, at gera hann ikki tað, er tað at máa støðið undan landsstýrismálanevndini.

 

Les eisini: Miðflokkurin sáar iva um Johan Dahl

 

Annars staðfesti løgmaður, at hann er ”so hamrandi troyttur” av at hoyra Høgna Hoydal fortelja hvussu skelkaður hann er í heilum.

 

- Johan Dahl hevur sett sparingar í verk fyri 10 milliónir og tað er ikki smávegis, sigur Løgmaður.

 

Les eisini: Fólkaflokkurin ósamdur um Johan Dahl

 

Hann vísti eisini á, at í eini frágreiðing, hann hevur fingið, verður víst á, at lønir og fleiri rokningar ikki bókaðar í fleiri mánaðir og bara tann eina dagin vórðu sjey milliónir bókaðar.

 

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at skal ein landsstýrismaður avhøvdast, mugu tað vera góðar grundir fyri tí.

Men brúka vit partapolitiskar grundgevingar fyri at avhøvda ein landsstýrismann, kann tað verða ein ræðumynd fyri framtíðina.

- Tá ið eg eri í iva, taki eg ikki tað ógvusligu avgerðina. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki fáa eitt eftirlitssamfelag, har onki landsstýrisfólk torir at flyta seg ein millimetur, tí tey eru bangin, segði løgmaður.