So kunnu fólk av sama kyni giftast í Føroyum

– um løgtingið samtykkir ta broyting, sum fær 1. viðgerð á tingfundi í dag klokkan 10

– um løgtingið samtykkir ta broyting, sum fær 1. viðgerð á tingfundi í dag klokkan 10

 

Á tingfundinum í morgun klokkan 10 verður hjúnabandslógin til viðgerðar. Hesaferð er talan um uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning –  ella »Nágreining í lógarregluni at signa borgarliga stovnað hjúnalag«.

 

Málið snýr seg um at broyta nógv umrøddu grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini.

 

Tað er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum hevur lagt uppskotið fram.

 

Sambært uppskotinum skal lógin broytast soleiðis, at ”Hjún í borgarligum stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta”.

 

Tá tað var samtykt í Løgtinginum, at loyva borgarligari samkyndari vígslu í Føroyum, var ein treyt sett, at grein 14. stk. 2 var broytt soleiðis, at fólkakirkjan ikki var skuldi signa samkynt hjúnarlag, men tað skuldi verða upp til kirkjuna sjálva.

 

Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, segði við info mánadagin, at um henda lóg verður samtykt, so hevur tað við sær, at lógin um samkynt hjúnarband kemur í gildi í Føroyum.

 

– Tá lógin var samtykt, var tað samstundis sett sum treyt, at grein 14. stk. 2 eisini var broytt og tað verður so lagt fyri nú, segði Jonhard Klettheyggj.


Tað ber til at fylgja við tingfundinum beinleiðis VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Skráin fyri tingfundin í dag klokkan 10 sær soleiðis út:

 

Málið verður beint í Mentanarnevndina

 

1.

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 102/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning (Nágreining í lógarregluni at signa borgarliga stovnað hjúnalag)

Málið verður beint í Mentanarnevndina

 

2.

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 131/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Stuðul til fyriskipanir uttanlands)

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

 

3.

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 74/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Stuðul til fyriskipan uttanlands og lønarískoyti til tillagað starv)

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

 

4.

Framløga