Kríggið í Afghanistan, sum USA hevur skipað fyri, hevur fingið eina avleiðing, sum George W. Bush, forseti neyvan hevði roknað við: Alt bendir nú á, at tað krígsherjaða landið aftur verður heimsins størsti heroinframleiðari.
Tað er farið at vára í Afghanistan, kavin bráðnar í fjøllunum, og allastaðni síggjast bøndur í ferð við at planta opiumsvalmúur. Hóast várið ikki kann sigast at vera komið av álvara, eru nógvar opiumsveltur longu at síggja har suðuri í landinum. Sambært einari meting hjá ST fara teir afghansku bøndurnir kanska at heysta eini 3.000 tons av ráopium í ár, og tað fer at gera, at landið aftur verður heimsins størsti heroinframleiðari.
Í 1999 framleiddi Afghanistan næstan 80 prosent av øllum heroini í heiminum, og næstan 90 prosent av tí lívshættisliga evninum, sum varð selt á gøtunum í Evropa hetta árið, stavaði úr Afghanistan. Árið eftir setti Taliban-stýrið bøndunum forboð fyri at dyrka opiumsvalmúur, og teir bøndur, sum brutu forboðið, vórðu harðliga revsaðir. Avgerðin vísti seg at fáa sera stóra ávirkan. Í 1999 heystaðu afghansku bøndurnir 4.600 tons av ráopium, men eftir at forboðið hjá Taliban kom í gildi, minkaði heystið niður í 200 tons.
Nýggj "silkileið"
Men Taliban-stýrið nevndi einki um sølu í forboðskunngerðini. Seinasta part av nítiárunum heystaðu afghansku bøndurnir so nógv opium sum ongantíð fyrr. Tað gjørdi, at prísurin á heroini fall nógv á marknaðinum í Vesturheiminum, og sum frá leið vuksu goymslurnar í Afghanistan nógv. Tí kundi útflutningurin halda fram hóast forboðið hjá Taliban-stýrinum ímóti at dyrka opium.
Tað mesta verður smuglað ígjøgnum fyrrverandi sovjetsku lýðveldini í Miðasia og serliga ígjøgnum Tadjikistan, sum ofta verður rópt "tann nýggja silkileiðin". Tá kriggið millum Norðursamgonguna og Taliban-herin var upp á tað harðasta nærhendis tadjikiska markinum seinasta heyst, minkaði heroinsmuglingin burtur í næstan einki, men seinastu mánaðarnar er hon aftur vaksin nógv. Bara í januar løgdu tadjikisku myndugleikarnir hald á 237 kilo av heroini, sum var komið um markið úr Afghanistan, og sum skuldi til Evropa.
-Vit eru ikki í iva um, at heroinframleislan fer at vaksa sera nógv. Frammanundan hevur framleiðslan verið so lítil, at høvdu bøndurnir ikki dyrkað meiri opium aftur nú, hevði trot verið á heroini í Evropa einaferð seinni í ár. Vit eiga at steðga hesum nú, tí tað er ov seint at koma afturumaftur, sigur ST-embætismaðurin Kemal Kurspahic.
Má býta valdið
Tann nýggja stjórnin í Kabul setti í januar bóndunum forboð fyri at dyrka opium, framleiða heroin ella at smugla evnið av landinum. Men trupulleikin hjá stjórnini hjá Hamid Karzai er, at í veruleikanum hevur hon bara fult eftirlit við sjálvum høvuðsstaðarøkinum. Har fær stjórnin hjálp frá altjóða friðarvarðveitandi hermonnum, men aðrastaðni noyðist hon at góðtaka, at lokalir krígsharrar eisini hava sítt vald.
Sum er hevur stjórnin ógvuliga fáar hermenn og uppaftur færri løgreglumenn, og Karzai hevur fleiri ferðir roynt at fáa fleiri hermenn til altjóða friðarverndardeildina, so hon eisini kann hava eftirlit aðrastaðni enn í og við Kabul.
Hóast Taliban-stýrið bannaði bóndunum at dyrka opium, fekk tað nógvan pening við at leggja skatt á smuglingina. Nú Taliban er burturi, eru tað ístaðin teir lokalu krígsharrarnir, sum krevja skatt frá smuglarunum, og tað eru ikki smávegis upphæddir, talan er um.
Máttloysi
Tað ber illa til at lasta teir afghansku bóndurnar, tí teir aftur eru farnir at dyrka opium. Nógvir teirra eru sera illa fyri aftan á áralangt kríggj og borgarakríggj, og tá teir forvinna tíggju ferðir so nógv burtur úr at dyrka opium heldur enn annað, er tað ikki so løgið, at teir velja opiumið. Kríggið seinastu mánaðarnar hevur eisini gjørt, at prísurin er hækkaður, soleiðis at bøndurnir nú kunnu fáa 900 amerikanskar dollarar fyri eitt kilo av ráopium ella tvær ferðir so nógv sum seinasta heyst.
Í einum so fátækum landi sum Afghanistan ræður um at forvinna tann pening, sum forvinnast kann, og tí er hugsandi, at átøk fyri at steðga opiumdyrkingini kunnu fáa bøndurnar at seta seg upp ímóti stýrinum. Og her er heldur ikki nakar ivi um, hvønn krígsharrarnir høvdu stuðlað.
-Hetta er ein politisk marra, sum kann beina fyri tí skroypiliga friðinum. Men hetta vísir eisini, hvussu veik tann nýggja stjórnin í Kabul er, og hvussu máttleysur Vesturheimurin er, sigur ST-embætismaðurin Kemal Kurspahic.