So koppaði SÍ

Sørvágskvinnurnar eru framvegis langt fremst, men á Kambsdali fekst sjón fyri søgn, at tað ber til at vinna á SÍ

Flogbóltur

 

SÍ hevur verið partur av fleiri sera tøttum dystum í ár, men hvørja ferð hevur tað eydnast sørvágskvinnunum at koppa dystinum til egnan fyrimun. Í øllum førum fram til hetta vikuskiftið, tí á Kamsbdali var tað ÍF, sum hevði betra takið.

Enn eina ferð vórðu sørvágskvinnurnar noyddast út í fimm sett. Tann leiklutin hava tær roynt fleiri ferðir í ár, men nervarnir hjá ÍF vóru í minsta lagi líka sterkir, sum teir vóru tað hjá oddaliðnum, og so var fagnaðurin sjálvandi ovurstórur, tá seinasti bólturin varð sligin í gólvið.

Hóast tapið, so er SÍ framvegis langt fremst í deildini, og munurin til tey næstu er somikið stórur, at tær framvegis eru púrasta greiðir favorittar at vinna FM-heitið.

Í hinum dystinum hetta vikuskiftið vann KÍF tryggan sigur á TB, sum framvegis stríðist við at byggja sær eitt nýtt lið upp. Men tann leiklutin hava tey á Tvøroyri roynt somikið ofta, at duga at vísa neyðuga tolnið.