So komu teir

Leingi hava klaksvíkingar bíða í spennindi, men nú eru leingi væntaðu jugoslavarnir komnir til landið

Fleiri ferðir hevur tað verið skrivað, at nú skuldi tað verða, men higartil hevur alla tíðina verið okkurt áfatt.


Eru lendir

Eftir tógvið stríð hevur tað nú endiliga eydnast klaksvíkingunum at fáa teir báðar jugoslavarnar, 22 ára gamli áleyparin, Srecko Milicevic, og 32 ára gamla málverjan, Zoltan Kujundzic.

Klaksvíkingar hava frammanundan ein jugoslava á liðnum, nevnliga Tomislav Sivic, og er tað eisini hann, sum hevur fingið samband við teir báðar leikararnar.

Í týsdagsblaðnum skrivaðu vit, at áleyparin væntandi verður á vøllinum, tá KÍ fríggjadagin tekur móti B68, meðan tað var eitt sindur ivasamt við málverjanum, tí hann enn ongantíð hevur roynt seg á graslíki