So kom vend í

Hóast skráin var serstakliga illa løgd til rættis, so eydnaðist tað fyrskiparunum at venda vánaligu gongdini hjá Ólavsøkukonsertini, ið hevur verið ein søkkandi skúta seinastu árini

Klokkan tíggju ‘sharp’ byrjaði Ólavsøkukonsertin 2007. Seinastu árini hevur tað bara gingið ein veg hjá konsertini, og tað er ikki uppeftir. Um tað eru festivalarnir, ið kvala ella fyrireikaranir, ið ikki hava gjørt sítt arbeiði nóg væl, stendur opið, men í fjør var talan um vánaligastu undirtøku nakrantíð. Kommunuskúlagarðurin var so at siga tómur, tá ið síðsti bólkurin framførdi.


Men aftaná konsertina fríggjakvøldið sær út til, at vánaliga gongdin hevur vent. Hóast talan ikki var um fullan garð, sum fyriskipararnir áður høvdu lagt upp til, so vóru tað munandi fleiri enn í fjør. Og tá ið Eyðun og Terji endaðu um fýra tíðina, stóðu framvegis eini tvey til trý hundrað ung framman fyri pallin og sungu við av hjarta.


Stundislig byrjan

Side Effect vóru fyrstir á palli, og teir byrjaðu stundisliga klokkan tíggju. Men at møta stundisliga er ikki nakað, sum vit føroyingar eru kendir fyri, so talan var ikki um nógv meiri enn hálvthundrað áhoyrarar, ið stóðu klárir í regninum.


Men Side Effect góvu seg hundrað prosent, og sum framførslan leið, komu fleiri og fleiri fólk. Ljóðið var gott, og eg nikkaði við til tey tungu og in-your-face beat’ini, ið rungaðu millum betongveggirnar. Ólavsøkukonsertin varð so væl og virðiliga sparkað í gongd.


Sjarmerandi, men einsljóðandi

Høvuðsnavnið í ár var Johnny Deluxe, og hesir komu á pallin eftir Side Effect. Hóast tað tók meiri enn hálvan tíma at gera alt klárt, so vóru fólk tendraðið og til reiðar, tá ið danskararnir byrjaðu klokkan hálvgum tólv.


Eftir eina røð av heldur ókendum løgum, komu øll hittini: ‘Drømmer jeg’, ‘Drenge som mig’ og ‘Vi vil ha’ mer’ millum annað. Fólk sungu við og genturnar skríggjaðu, tá ið forsangarin Noam greiddi frá, at hann hevði aldrin sæð so nógvar penar gentur, sum í Føroyum.


Uttan at ljóða sum ein stirðnaður, gamal maður, so mintu sangirnir hjá teimum í so nógv um hvønn annan. Tú hoyrdi ikki mun. Næstan allir sangirnir koyrdu í sama tempoið, og lítið fjølbroytni var at hoyra. Men teir dugdu at spæla og undirhalda, og fjøldin var við.


Eitt lamb – tvær leyvur

Tó má eitt líka viðmerkjast. Side Effect og SIC, ið spældu aftaná Johnny Deluxe, eru millum orkumiklastu bólkarnir í Føroyum. Alt verður skrúvað for upp, tá ið hesir fara á pall, og ljóðmyndin stendur til at bresta.


Tí endaðu donsku luksusdreingirnir sum eitt lamb í millum tvær brølandi leyvur. Hóast Johnny Deluxe spælir rokkdrivnan popp, sum eisini kann vera lutfalsliga orkumikil, so ljóðaði tað tómt og spakt hjá teimum hetta kvøldið. At tað vóru SIC, ið tóku yvir aftaná, stuðlaði bara undir tómu kensluna.


Eftir mínari meting kundi skráin ikki verið løgd nógv verri til rættis. Um tú vendi henni á høvdið, hevði hon verið munandi betri. Øll orkan varð blást av beinanvegin og vatnaði út sum náttin leið. Johnny Deluxe kom somuleiðis ov tíðliga, eftir mínari meting, og átti heldur at komi aftaná onkran av meira stillu bólkunum.


Eym oyru

Men SIC spældi sum altíð fyri fullari skrúvu og góvu alt, sum teir høvdu. Fjeppararnir sviku ikki og stóðu trúfastir frammi við pallin og pikkaðu korn. Føroya óndasti bólkur spældi í meiri enn ein tíma, og fyri míni bleytu rokkoyru, var hetta ov leingi. Teir spældu væl, men ov leingi.


Meðan tað hevði regnað so at siga áhaldandi frá konsertbyrjan, so sleit í klokkan tvey, tá ið blúsararnir í Crawling Blue komu á pall. Bólkurin spælir blús latin í popp-ham. Við Una Debes á odda, góvu teir lurtarunum eitt sindur av balsami fyri oyruni, ið vóru eitt sindur eym eftir hørðu tónarnar frammanundan.


Tað groovaði væl hjá teimum og eingin ivi var um, at her vórðu sál og kenslur lagdar í tónleikin. Spennandi verður at hoyra teirra útgávu, ið kemur út í næstum.


Songløtan hjá teimum ungu

Ein onnur útgáva, ið júst er komin á hillarnar er ‘Fram á hermótið’ hjá Páll Finnur Páll, ið vórðu næstir á palli.


Á skránni stóð, at reyparin og kultpersónurin Jack Petersen var næstur, men hann var ikki at síggja. Hóast einki varð kunngjørt frá pallinum, hoyrdi eg onkran siga, at hann hevði brotið albogan. Speisemi, speisemi...


Men Páll Finnur Páll gjørdu tað, teir eru best til: at spæla fangandi, provokerandi løg, ið ungdómurin elskar. Okkurt nýtt var á skránni, men mest var talan um gomul hitt sum ‘Herbergið’ og ‘Forelskaður sjónleikari’, sum vóru móttikin við fagnaði av unga ættarliðnum.


Og hetta skuldi verða byrjanin uppá eina lítla songløtu, ið helt á fram, tá ið Eyðun og Terji fóru á pall sum rosinan í pylsuendanum.


Hóast byrjað varð stundisliga, so var skráin so mikið nógv seinkað, at Eyðun og Terji einans høvdu tjúgu minuttir at spæla í. Tveireinir spældu teir nøkur av teirra mongu hittum, meðan nýggja lagið hjá Eyðun ‘So nógvar røddir’ eisini slapp við. Fjøldin sang við av øllum alvi, meðan náttin heilsaði morgninum vælkomnum.