So kom Tróndur í Gøtu

Seinnapartin í dag var móttøka fyri nýggja Tróndi í Gøtu í Runavík, har rættiliga nógv fólk vóru komin saman. Hóast tað var ein vanligur seinnapartur í Runavík í dag, so var hann ikki so vanligur kortini. Nýggi Tróndur í Gøtu kom nevniliga til Runavíkar í dag, har skipið fer at hava heimahavn.

Rættiliga fitt av fólki vóru eisini komin saman at taka ímóti nýggja skipinum.

Røður vórðu hildnar, og Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur kommunu, metti, at tað ikki er í nakrari aðrari kommunu í landinum, at vinnulívsfólk tora eins væl og í Eystur kommunu at gera íløgur í hesum tíðum.

Í morgin fer skipið ein túr við skúlabørnum, og fríggjadagin fer skipið ein túr til Havnar, har bygdarfólk og onnur hava møguleika at koma við.

Í næstu viku er ætlanin at fara til fiskiskap eftir svartkjafti.