Veðrið hevur verið sera skiftandi seinastu dagarnar, og sjálvt um tað hevur verið stilt til tíðir, er sólin ikki komin fram fyrrenn nú. Stutt áðrenn Medina fór av pallinum, kom eitt ógvusligt æl, og fólk vóru skjót at kroka ella at taka regnskjólini fram. Tó gekk tað ikki meir enn ein hálvur tími áðrenn sólin veruliga kom fram. Í løtuni er tað Greta S. Bech ið stendur á pallinum, og vónandi heldur veðrið sær restina av festivalinum.