Eitt sindur seinkað er hon nú loksins komin á gøtuna. Kappingarskipanin hja FSF fyr fótbóltslandskappingarnar í 2004.
Sær sjálvum so líkt, so inniheldur skipanin flestu av faktuellu upplýsingunum, sum eru hentar at hava, tá dystir v.m. skulu leggjast til rættis. Dystarskráin fyri ymsu deildirnar er ein sjálvfylgja, eins og yvirlit yvir kontaktpersónar í ymsu feløgunum, dómarar, fótbóltsumsiting v.m. er at síggja.
Skipanin fæst í flestu sølubúðunum kring landið, og kostar hon 30 krónur.










