So kom kavin, sum ikki kom á jólum

Jólini og nýggjárið er lagt aftur um, og gerandisdagurin er byrjaður aftur. Børnini eru farin útaftur at spæla og kavin, sum onkur kanska saknaði á jólum, er nú komin

Vetur

Jólini vóru ikki hvít í ár og nýggjárið ei heldur. Men so skjótt, farið varð um ársskiftið, hvítnaðu fjøll og dalar - og nú, vit nærkaðust vikuskiftinum, eru Føroyar kavaklæddar, og tað er kalt í veðrinum.
  Gott kavaveður, sum tey gomlu plagdu at taka til.
  Nýggjársaftan var av besta veðri og øll, sum høvdu hug at leita sær út um um midnáttarleitið ella fyrr um kvøldið saman við børnunum, kundu gera tað uttan at hugsa um tøtt klæði og tjúkkar troyggjur.
  Sýnið var gott hetta kvøldið, og tá ið leið út móti midnátt, gjørdist himmalin eitt fagurt lithav - næstan líka mikið, hvagar eyguni vendu.
  Hóast ávaringar um ikki at senda út neyðrakettir hetta kvøldið, tí tær fóru at detta ov skjótt niðuraftur í góða veðrinum og tískil kundu elva til skaða, vóru nógvar slíkar at síggja á himmalinum á midnátt.
  Jólini og nýggjárið, sum børnini gleða seg til, er farið aftur um, og gerandisdagurin er komin aftur - í einum nýggjum ári.
  Børnini eru farin útaftur at spæla og kavin, sum onkur kanska saknaði á jólum, er nú komin.
  Á stuttari ferð í Haldórsvík hóskvøldið tóku vit hesa myndina av trimum børnum, sum væl ílatin hugnaðu sær uttandura hetta kalda januarkvøld.
  Genturnar eru og ferðast, nú áðrenn skúlin byrjar aftur mánadagin, og tá er stuttligt at hava vinfólk á staðnum, sum tíma at hugna sær úti millum húsanna.