Manshondbóltur
Longu undan dystinum vóru greið tekin um, at KÍF hevði møguleika at gera nakað álvarsligt við VÍF. Kollfirðingar høvdu móti Kyndli fyuri viku síðani tríggjar nýggjar útlendskar leikarar í hópinum, og hesir sýndu tá, at teir so avgjørt verða góður fongur hjá liðnum.
Hartil hevði VÍF í sínum lag fýra landsliðsleikarar við í teimum trimum dystunum á júst lidnu grønlandsferðini, og hartil er Sámal Joensen framvegis skaddur.
Gekk javnt á
Um hetta var nøkur umbering, ber illa til at siga, men undir øllum umstøðum stóð skjótt greitt, at VÍF so avgjørt ikki fekk nakað sum helst forerandi í dystinum.
Kollfirðingarnir vóru tendraðir frá fyrsta bríksli. Damir byrjaði alt fyri eitt at prógva, at hann helst ætlar sær toppskjútta-heitið í hesum kappingarárinum, og umframt málini, sum hetta kastar av sær, so tykist tað eisini hava givið hinum á liðnum betri róð yvir sítt spæl.
Vestmenningar svaraðu tó alla tíðina aftur, men tó at teir fleiri ferðir komu til skot, so var Óla Kristian í nógvum førum fyri teimum, og yvir høvur tykist hann hava ætlanir um at prógva, at nýggi útlendski málverjin so avgjørt ikki bara skal koma á plássið uttan víðari. Heldur ikki hóast hann hevur status sum fyrrverandi U-21 heimsmeistari.
Ídni gav úrslit
Seinna hálvleik mundi dystargongdin vera á leið hin sama. Kollfirðingarnir hildu alla tíðina nevið framman fyri mótstøðuna, men hóast ferðamøðin mundi vera størri hjá vestmenningunum, so fylgdu teir alla tíðina við. Ella sagt øðrvísi, so fylgdi Ingi Olsen alla tíðina við. Sum so ofta fyrr, so tók hann tungu árbyrgdina á seg, tá tað stóð á, og tað var eisini um reppið, at hetta var nóg mikið.
Men tað var tað ikki. Fyrst og fremst tí kollfirðingarnir nú stríddust sum úlvar á skóg. Teir høvdu sigurin í eygsjón, og uttan náði av nøkrum sum helst slag korydu teir á VÍF. Umframt stórspælið frá Damir fór hin útlendski útleikarin, Mirko Milinkovic, nú at gera um seg. Enn er hann ikki heilt innspædlur á liðnum, men sum hann sletti bóltin bæði út á vengirnar og inn á strikuna skulu viðleikararnir bert læra at skilja mongu duldu sendingar hansara, áðrenn kollfirðingar fara at fáa fulla nyttu burturúr.
Og at enda, so gav ídna og stríðsfúsna KÍF avrikið eisini úrslit. Vestmenningar megnaðu snøgt sagt ikki at fylgja við í longdini. Óla Kristian gjørdist bara betri og betri fyri hvørt minutt í seinna hálvleiki, og hava vestmenningarnir havt marruna av honum mánanáttina, so er einki forgjørt í tí. Og mest sum hvørja ferð ein bjarging varð framd, vórðu vestmenningar revsaðir fyri mistakið, soleiðis at heimasigurin gjørdist alt meira sjónligur. Og tá seinasta bríkslið ljóðaði, so var seinasti ivin langt síðani burturbeindur. KÍF hevði ikki bert vunnið fyrsta sigurin á árinum. Teir hvødu bast tvífaldu meistarunum úr VÍF, og kanska enn týdningarmiklari, so høvdu teir prógvað fyri sær sjálvum, at teir eisini skulu roknast uppí, tá gitingar um úrslit verða gjørdar framyvir.
Dysturin í tølum
KÍF-VÍF 30-25 (13-12)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 14, Rógvi Weihe 4, Vagnur Johannesen 3, Mirko Milinkovic 3, Kristian Madsen 2, Regin Petersen 2, Petur Martin Poulsen 2
VÍF: Ingi Olsen 10, John Zachariasen 5, Piti Negru 3, Ólavur Brimnes 3, Áki Olsen 2, Agnar Joensen 1, Áki G. Olsen 1
Útvísingar: KÍF 5, VÍF 1
Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómar arúr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen