Ítróttarhøll
Tað var rættur hátíðardámur í Hoyvíkini, nú nýggja ítróttarhøllin í býlinginum varð tikin í nýtslu leygardagin.
Tey 300 sitiplássini á áskoðarbenkrunum vóru væl og virðiliga fullsett, og kring vøllin úti við veggirnar var eisini fitt av fólki, tá almenna skráin fyri degnum byrjaði um fýra-tíðina.
Eftir at Havnar Hornorkestur hevði stytt um bíðiløtuna hjá mongu áskoðarunum, var stundin komin, har røður skuldu haldast.
Røðararnir vóru fleiri í tali. Tey bæði býráðsumboðini, Jan Christiansen og Heðin Mortensen, fegnaðust báðir um, at høllin nú loksins var vorðin veruleiki. Eisini hóast teir ásannaðu, at at talan hevði verið um trupulleikar av ymsum slag, síðani fyrsti spakin var stungin fyri hálvum øðrum ári síðani.
Ikki minst fegnaðist Jan Christiansen um, at við hesum hevði Hoyvíkin fingið eina veruliga ítróttarhøll, og ikki kreppulosynina, sum var á borðinum fyrst í 90?unum, har millum annað skiftingarrúm og áskoðarapláss vóru skarvað burturav.
Eisini løgdu teir dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at høllin nú er komin, áðrenn búsetingin í Hoyvíkshaganum gerst enn størri. Ætlandi verður nevnliga talan um einar 6.000 íbúgvar í hesum partinum av Havnini innan fá ár, og við hølisumstøðunum, sum vetrarítróttargreinarnar hava í býnum í dag, er lítið at ivast í, at støðan hevði verið púrasta ótolandi, um høllin ikki kom nú.
Vegna H71 helt Høgni Hoydal røðu. Áðrenn hann gjørdist kendur á fyrst sjónvarpsskíggjanum og síðani politiskum høpi, var Høgni ein av drívmegunum aftan fyri hondbóltin í Hoyvíkini. Hann vísti á, at longu tíðliga í 80?unum var ein bygginevnd sett, og tó at arbeiðið ikki hevur borið ávøkst fyrr enn nú, so fegnaðist hann um, at tað framhalandi vóru at kalla somu fólk, sum við sama eldhuga høvdu virkað fyri høllini, sum nú er veruleiki. Nakað sum eisini skúlastjórin í Hovík, Petur Dahl, vísti á í sínari røðu, har hann annars kom við einum hjartasuffi um, at nú mátti tíðin vera komin at byggja ætlaða nýggja skúlan í hoyvíkini, soleiðis at trýstið á verandi skúlan ikki gjørdist ov stórt av stóru tilflytingini.
Tóku sjálvir steypið
Skúlastjórin hevði annars sjálvur latið steyp til fyrsta dystin, sum varð leiktur í høllini.
Her hevði H71 vitjan av KÍF, sum eisini fer at hava nýggju høllina sum sín heimavøll í vetur, og her gjørdist endaliga úrslitið, at hoyvíkingar vunnu dystin við 21 málum móti 19, og soleiðis fingu fatur á fyrsta steypinum, sum leikt varð um í nýggju høllini.
Hetta var samstundis eisini eitt høvi hjá hondbóltshugaðum hoyvíkingum at síggja, hvussu liðið hjá teimum fer at síggja út í vetur. Einstakir nýggir leikarar vóru at síggja, og so sjálvandi eisini nýggi venjarin, Uni Wardum, sum fyri fyrstu ferð roynir seg sum venjara í bestu deildini.
Hvussu hondbóltsárið fer at hilnast, er sjálvandi ilt at meta um, men tað varð so byrjað við einum steypi og nýggjari høll, so í so máta er longu nógv vunnið hjá hoyvíkingum, longu áðrenn kappingin av álvara byrjar.
Hornorkestur
Enn hava hoyvíkingar ikki sítt egna hornorkestur, so til hátíðarløtuna leygardagin var tað Havnar Hornorkestur, sum við ymsum løgum stytti um stundirnar hjá mongu áskðarunum