So kom hon

Eg skal viðganga at eisini eg, sum flest øll onnur, risti við høvdinum, tá eg fyri trimum árum síðani hoyrdi, at ein Donsk føroysk orðabók afturat skuldi koma út.

Kundi ikki eitt samarbeiði fingist í lag. Men eg segði eisini at kom tann hjá Stiðanum út, sum tú hoyrdi, at Annfinnur í Skála, Jonhard Mikkelsen og Zakarias Wang arbeiddu við (Hanne Jacobsen er komin afturat), vantaði eg, at hon bleiv tann betra, tí teir høvdu jú prógvað sín stóra dugnaskap við tí Ensk-føroysku orðabókini. Hon hevur verið nógv brúkt, ja álitið hjá mongum. Úrvalið av orðum var so ríkt og fjølbroytt.

Nú er hon so komin, og hóast tú bara enn hevur havt stundir at blaða í henni, tori eg at siga, at hetta er bókin, sum verður brúkt. Bókin er ikki stórt tjykkri enn hin, og eins handig, men tann stóri fyrimunurin er, at nógv fleiri upplýsingar fáast úr bókini. Ikki minni enn 78.675 leitorð eru í bókini og úrvalið av forkláringum til øll hesu orð eru stórt, men greidligt sett upp, so tú skjótt kann velja tað orðið, sum tú hevur brúk fyri.

Øll fýra eru lærarir, so tey kenna trupulleikarnar.

Eg eri so mikið glaður fyri bókina, at eg, trúgva skalt tú mær, als ikki argist inná, at eg nú havi tríggjar. Tað fyrstu brúkti eg í 28 ár, ta næstu í trý og hesa vanti eg livir meg av. Soleiðis sæð er hon ikki dýr.

Eitt veldugt ár. Fyrst móðurmáls orðabókina og so hesa. Nei, farið nú ikki og grátið eisini um tað. Latið farið vera farið. Ein long og tung brekka er gingin. Vit komu niðaná. Og tað er tað, sum telur.


Steinbjørn B. Jacobsen