So kom gongd á Tórsfest

Fríðrik Dór var fyrsti útlendski tónleikarin á pallinum – fleiri spæla gjøgnum kvøldið

Nú er av álvara komin gongd á Tórsfest, sum í kvøld verður hildin í miðbýnum í Havn. Fyrrverandi ólavsøkukonsertin er nú blivin árlig Tórsfest við føroyskum og útlendskum tónleikarum á pallinum.

Fyrsti útlendski tónleikarin at spæla var íslendski Fríðrik Dór, sum hevur hittað við sanginum Frøken Reykjavík. Fríðrik Dór var einsamallur við gittar á pallinum, og hann stríddist manniliga, men hevði ikki lætt við at fáa lív í fjøldina, sum kanska hevði væntað ein bólk í rygginum á honum. Tá ið hann spældi sítt stóra hitt, kom konsertin í hæddina, og fólk tóku undir við dugnaliga sangaranum.

Tórsfest heldur fram út á náttina, og á skránni eru eitt nú Poul Krebs, Michael Falch, Dave Bickler, Seeb, John Martin, Michel Zitron, Páll Finnur Páll, Konni Kass og fleiri.

Swangah er seinasti bólkurin á skránni, og teir fara á pallin kl 02:15 í nátt.