Í gjár fekk Runavíkar Havn sína fyrstu last av gróti úr Eysturoyartunlinum. Tað var grótbáturin Siri, hjá J&K Petersen, sum førdi fyrstu lastina av Strondum og yvir til Runavíkar.
Havnarmeistarin, borgarstjórin og býarverkfrøðingurin í Runavíkar kommunu sluppu við hendan fyrsta túrin, og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, slapp at trýsta á knøttin, sum slepti grótinum niður á botn.
Okkurt um 600.000 rúmmetrar av gróti skulu førast av Strondum yvir til Runavíkar, har havnalagið skal leingjast. Siri, sum er minni grótbáturin tekur 220 rúmmetrar, meðan Ragnhild, størri báturin hjá J&K Petersen, tekur 350 rúmmetrar. Til samanberingar tekur ein líkinda lastbilur 10 rúmmetrar av gróti.
Borgarstjórin skrivar á Facebook-vanga sínum, at hann væntar, at tað fer at taka eitt ár ella so at sigla alt grótið yvirum. Fyribils má Siri so býta arbeiðsmegina millum at sigla tvørtur um Skálafjørðin og at sigla av Glyvursnesi inn til Havnar