Arnold Ludvig og Anna Iachino hittust í Canada, men komu til Føroya at búgva fyri nøkrum árum síðani. Seinni fluttu tey til Keypmannahavnar, og hava tey verið sera virkin í tónleikalívinum har.
Arnold kenna føroyingar sum ein av fremstu bassleikarum, og Anna gjørdi vart við seg í Føroyum sum bæði útvarpsvertur, fyriskipari og yrkjari.
Saman hava tey bólkin MonkeyRat. Nú er MonkeyRat úti við fløgu, ið hevur verið á veg eina tíð. Fløgan nevnist Fuck The Jante Law. Sjálv sigur Anna Iachino, at alt byrjaði í Føroyum í 2006, tá hon sum italsk/canadisk kom í samband við skandinaviska hugtakið, ið nevnist Jantelóg. Hon fór at seta saman orð, Arnold setti tónleik til, og soleiðis bleiv MonkeyRat til.
Fleiri við
Í Keypmannahavn hava tey havt samband við fleiri tónleikarar, ið tey leika saman við. Ein er Alain Apaloo, ið tey hoyrdu leika á Copenhagen Blues Festival í 2005. Tey funnu seinni fram til hansara í Kompagnistræde undir einum skelti, har tað stóð Bella Anna, so hetta hildu tey kundi bert vera eitt gott tekin!
Arnold Ludvig hevur t.d. á Christiania spælt saman við finska trummuleikaranum Johan Kolsut, og hann er eisini við í hópinum í MonkeyRat. Somuleiðis er afrikanska sangarinnan Deborah við og eisini roWan (Róin Siggertsson, blðm.)
Nýggja fløgan við MonkeyRat hevur 12 løg og fæst í handlunum nú. Útgávuveitsla verður Mojo í Keypmannahavn tann 18. februar klokkan18:00.
Skaldið og komponisturin; Anna og Anrold, siga seg fáa íblástur frá t.d. Meshell Ndegeocello, Jaco Pastorius, Gil Scott-Heron, D’Angelo, Mae West, “Austin Powers, Eminem, Rage Against The Machine, Led Zeppelin og Marcus Miller.
Sjálvi nevna tey tónleikin bland av funk, rap, spokenword, soul, hip hop, rnb, retro, jazz og alternativum rocktónleiki .
MonkeyRat hevur av fjepparum eisini verið nevnt eitt bland av Skunk Anansie, Frank Zappa, Grace Jones, White Stripes og Nina Hagen.









