So kom fólkatingsval kortini

Síðani august hevur ljóðað, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, fór at útskriva nýval til danska fólkatingið, men ikki fyrr enn í dag gjørdist hetta veruleiki

Parlamentsval

 

Ígjøgnum mánaðar hava gitingar verið frammi um, at eitt fólkatingsval fór at koma. Longu í august varð roknað við, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, fór at útskriva nýval, men hetta hendi ikki tá. Ivaleyst tí, at stjórnin hevði stórar trupulleikar av viðurskiftunum hjá flóttafólki og fólki, ið søkja um friðskjól í Danmark, sum bæði politikarar og nógvir danir annars hava funnist at.

Um ikki heilt loyst, so hevur stjórnin lagt dent á at betra hesi viðurskiftini við átøkum, og tí eru atfinningarnar munandi minni nú, enn tær hava verið.

Sum heild eru tíðirnar góðar í Danmark, danir hava tað gott fíggjarliga, arbeiðsloysið er metlágt, og stjórnin lovar at halda fast við skattasteðgin, ið varð settur í verk, longu tá Fogh-stjórnin tók við fyri seks árum síðani.

Harafturat hevur stjórnin gjørt av, at Danmark skal taka seg aftur úr Irak. Júst Irak-kríggið og framhaldandi hjáveran av donskum hermonnum í ófriðaliga landinum, hevur givið stjórnini stórt høvuðbrýggj, tí størsti parturin av dønum eru ímóti hjáveruni.

Fogh metir ivaleyst, at stjórnin aftur stendur rættiliga sterk og velur tí at útskriva nýval nú við teirri grundgeving, at politiska myndin í Danmark er órógvað í løtuni. Hann vil tí reinsa luftina og tryggja stjórnini eitt betri grundarlag at halda fram.

Bæði Dansk Folkeparti við Piu Kjærsgaard og Ny Alliance við Naser Khader stuðla Vinstra-konservativu stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen, men stórur munur er á, hvønn politikk tey vilja hava stjónina at føra í fremmanda- og flóttafólkaspurninginum. Bæði stíla ímóti at gerast avgerandi stuðulsflokkur hjá stjørnini. Ein støða, sum Dansk Folkeparti hevur havt seinastu seks árini.

Fólkatingsvalið í Danmark verður týsdagin 13. november, og hetta merkir sjálvandi, at føroyingar eisini skulu til val tá. Harvið fáa vit ein forsmakk uppá, hvussu føroysku flokkarnir standa seg til ta tíð, sjálvt um eitt fólkatingsval oftast fellur munandi øðrvísi út fyri flokkarnar, enn eitt løgtingsval, ið sum kunnugt kemur í seinasta lagi 19. januar.