So kom Andy

Tann yngri av Schleck-brøðunum í Tour de France, Andy, sannførdi í dag tey súklukønu um, at hann er ein, sum avgjørt ætlar sær at bjóða hinum av í kappingini um at vinna í ár. Við hjálp frá tveimum liðfeløgum setti hann allar hinar favoeittarnar upp á pláss, og hóast hann var einsamallur teir seinastu kilometrarnar, kundi eingin taka hann aftur. Rætt er tað, at hann misti rættiliga nógva tíð í seinastuni, men sigurin var ongantíð nakar ivi um. Fyri Schleck-ættina og felagið Leopard Trek var tað so mikið betur, at tann eldri bróðurin, Frank, kom á mál um nummar tvey.

 

Verri gekst Alberto Contador. Hann hekk við hinum favorittunum, men tann seinasta teinin mátti hann sleppa og kom á mál næstan fýra minuttir aftan á Andy Schleck. Spurningurin er so, um hetta samstundis merkir, at hann er burturi í ársins kapping. Hinvegin megnaði Cadel Evans at taka seg nógv fram í seinastuni, og hann hevur framvegis møguleikar at vinna ársins kapping.

 

Fransmaðurin Thomas Voeckler gjørdi enn eitt bragd í dag, tá hann megnaði at varðveita ta gulu troyggjuna. Men nú er hann bara 15 sekund framman fyri Andy Schleck.