Fult umfar hevur verið í næstbestu deildini hjá monnum hetta vikuskiftið. 07 Vestur snávaði í Gundadali, har teir næstbesta liðið hjá HB megnaði at fáa 0-0-javnleik ímóti oddaliðnum. Oddasessurin hjá 07 Vestur er tó fyribils ikki í vanda og eru teir fýra stig á odda.
AB hevði ikki vunnið í teimum fyrstu trimum dystunum eftir summarsteðgin, men nú bragdaði sannilgia hjá argjamonnum, sum vunnu 4-0 á útivølli ímóti Víkingi.
Skála heldur fram við at elta AB og er framvegis bara eitt stig aftanfyri. Tað eru teir eftir ein 3-1-útisigur ímóti NSÍ, har teir annars vóru aftanfyri 0-1 í hálvleikinum.
KÍ vann 3-1 ímóti EB/Streymi, meðan B71 ongar trupulleikar hevði av botnliðnum B68. Sandoyingar vunnu 3-0.