So kemur verkfalsrakti poppurin frá Aria

Mikudagin kemur nýggja fløgan hjá Aria, eftir at hon hevur bíðað eftir,

at verkfalli skuldi hasa av.

Tá verkfallið varð avblást fríggjadagin var gott lag á teimum í

popbólkinum Aria. Sum restin av føroyingum hava teir bíðað eftir, at

verkfallið skuldi hasa av, men teir høvdu eina serliga orsøk til at

gleða seg.

Nýggja fløgan hjá teimum varð ásett at koma út 26. mars, men tá tann

fríggjadagurin upprann, var føroyska samfelagið rakt av ósemju á almenna

arbeiðsmarknaðinum. Fløgan kom ikki til landið til tíðina orsaka av

verkfallinum, og so avgjørdu teir í bólkinum, saman ivð útgevaranum

Tutl, at bíða við útgávuni til eftir verkfallið.

Og nú er greitt hjá Klaksvíksbólkinum at senda nýggju popløgini út á

marknaðin. Mikudagin verður fløgan, sum kallast ?After these messages?,

at fáa kring landið

Á nýggju fløguni verða 12 sangir sum spenna víða. Pláss er bæði fyri

regulerum popsangum, balladum og meira avbjóðandi tónleiki. Sangir, sum

bólkurin hevur framført til dans og konsertir kring landið og í Prix

Føroyum 97, eru við, men millum skeringarnar á nýggju fløguni eru eisini

spildurnýggir sangir, sum eru gjørdir júst til fløguna.

Umframt at hava spælt nógv til dans og konsertir seinastu árini hevði

Aria eisini ein sang við á Rock í Føroyum 2 frá 1997. Tá náddi sangurin

hjá teimum, ?Shadow of a Doubt?, sum er ein still ballada, heilt upp á

ovastu rók á hitlistanum hjá útvarpinum.

Tað eru limirnir í Aria, sum sjálvir hava gjørt og lagt tónleikin á

nýggju fløguni til rættis. Upptøkurnar eru gjørdar í Studio Pegasus í

Klaksvík, Óli Poulsen hevur ljóðblandað tónleikin í Feedback Recordings

Ì Århus, og tað er plátufelagið Tutl sum gevur út.