So kemur Fróði út

Fríggjadagin 27. mai verður útgávan Ultramarine hjá Fróða Hansen latin úr hondum. Fróði og manning vóru í mars mánaði í Studio Bloch og innspældu, og síðani tá er nógv hent.

 

Les eisini: Fróði við sáttmála og sangi

 

Fróði hevur gjørt sáttmála við kenda danska plátufelagði Target Group, latið frá sær eitt sjónbandalag av lagnum “I Remember You Well”, og nú fríggjadagin verður fløgan so tøk í Føroyum.

 

Til ber at síggja og hoyra nýggja staklagið við at trýsta á pílin á myndini

 

Tutl útgeva í fyrstu syftu fløguna í fysiskum format í Føroyum.  Digitalt release verður ikki fyrr enn fløgan seinni í summar kemur út í Danmark undir Target Group.

 

Fylg Fróða á Facebook við at trýsta HER

 

Fríggjadagin klokkan 16.30 fara Fróði og manning at vera í Tutl handlinum, har møguleiki verður at ogna sær fløguna, og eisini fer bólkurin at spæla nøkur løg í aukustiskari samanseting. Seinni á kvøldinum spæla Fróði og bólkur hansara konsert í Sirkus klokkan 23. Henda konsertin verður við instrumentering eins og á fløguni.

 

Tiltakið í Tutl - trýst HER

 

Fred Ruddick hevur upptikið og ljóðablandað fløguna, Mikael Blak var co-framleiðari og studiotónleikari, meðan Bárður Dal Christiansen og Fríða Berg hava gjørt fløguhúsan.

 

Tiltakið í Sirkus - trýst HER

 

Bæði tiltakið í Tutl kl.16.30 og konsertin í Sirkus kl. 23 hava ókeypis atgongd.

 

 

Við í bólkinum hjá Fróða eru:

Fróði Hansen

Bartal Augustinussen

Pauli Reinert Poulsen

Ísak Sambleben

Per Ingvald Højgaard Petersen