So hvarv »Miusa træ« í miðbýnum í Havn

Í kvøld var Miusa træ við kioskina hjá Astu í miðbýnum í Havn skorið niður.

 

Miusa træ er reyðbókin, sum Trónd Hansen, urtagarðsmaður, plantaði tá dóttirin Mia, seinni so kendur tannlækni í Havn, varð fødd í 1914.

Seinastu árini hava eingi reyð bløð verið at sæð á reyðbókini, sum er deyð, og tí varð hon í kvøld skorin niður.

Trónd Hansen plantaði ymisk trø í Havnini, millum annað gjørdi hann urtagarðin í Sparikassagarðinum. Sagt varð, at hann plantaði eitt navngivið træ, hvørjaferð hann og konan fingu eitt barn. Reyðbókin varð sum sagt kallað »Miusa træ«.

Í miðbýnum hevur reyðbókin havt avbjóðandi umstøður – hon hevur verið vavd inn í strips, ljósperur, leidningar og neglt hevur verið í hana. – og samanlagt hevur hetta helst gjørt lív hennara trupult.

##med2##

Býráðið skrivar á heimasíðuni, at reyðbókin ikki stendur í einum nátúrligum umhvørvi í miðbýnum í Havn – hon hoyrir heima í skógi og fríari náttúru. Í miðbýnum hevur hon helst havt tað hart, viðhvørt ov nógv vatn, viðhvørt ov lítið – og samanlagt hevur alt hetta møguliga gjørt lív hennara trupult.

##med3##

Herfyri varð so staðfest, at reyðbókin ikki fór at koma fyri seg aftur. Og tí varð avgerð tikin um, at taka hana upp og at seta eina nýggja 4-5 metra høga reyðbók niðuraftur sama stað. Umstøðurnar verða samstundis gjørdar so góðar sum møguligt fyri, at nýggja reyðbókin skal trívast.

– Og so vóna sjálvandi øll, at reyðbókin fær frið at vaksa og trívast.

Tað er nógv timbur í eini slíkari reyðbók, og tað skal sanniliga ikki fara til spillis. Torshavn.fo skrivar, at borgarstjórin hevur verið í samband við familjuna hjá Trónd Hansen, sum ikki høvdu atstøður at taka sær av trænum.

##med4##

Tí er ein partur av trænum latin til handverkslistarfólkini Joel Cole, Ole Jacob Nielsen, Brynolf Lamhauge, Sjúrð Poulsen og Verner Hansen. Verkstaðið Vón fær eisini ein part av trænum og borgarstjórin fær eina einstaka grein í varðveitslu.

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##