So hugagóðir við flugutráðu

Teir stóðu so hugagóðir við flugutráðu langt úti í Sandsvatni henda fyrrapart.

Teir stóðu so hugagóðir við flugutráðu langt úti í Sandsvatni fyrrapartin um vikuskiftið. Tað var frískligt lágættarlot, men lýtt í veðrinum, kanska eini 8-9 hitastig, tó at mars mánaði knappliga er hálvrunnin.

 

Farið er um grækarismessu, og várið nærkast. Tað er ljóst longur út á kvøldið, og tað er ljóst, tá arbeiðsdagurin byrjar.

 

Trøini eru so smátt byrjaði at nala, og í bønum eru menn farnir at hyggja upp á eplaveltuna, tó at tað er ov tíðliga at seta eplini niður enn.

 

Teir, sum fiska við flugutráðu, vita ivaleyst, hvat teir gera. Tá teir eru farnir so langt út á Sandsvatn eina slíka heldur ruskuta løtu, er tað í vónini um, at onkur laksur - ella kanska okkurt stórt síl - er fram við.

 

Hvussu veiðan eydnaðist henda morgunin, vita vit ikki, men hesir fingu so í øllum førum ein túr burturúr.