So hilla vit og skreiða...

Í gjárkvøldið fóru bæði børn, hálvvaksin og tilkomin í Nólsoy út at skreiða saman.

Í endanum av hesi vikuni og í byrjanini av vikuskiftinum var rættiliga kalt í Føroyum. Fáur mundi trúgva tí, tá onkur veðurstøð fyrr í vikuni segði, at kuldin fór at fara niður móti sjey kuldastigum. 

 

Tað er sjáldan. at tað er so kalt í Føroyum, men í endanum av hesi arbeiðsvikuni vórðu í øllum førum máld eini seks kuldastig, kanska sjey onkustaðni.

 

Tíðliga í morgun vóru framvegis eini tvey ella trý kuldastig, men sum dagurin leið, fánaði kuldin, og í kvøld regnar og tiðnar. 

 

Tá kavi liggur - um enn tað er sjáldan - síggjast børn av og á úti á vegnum ella í bønum og skreiða. Tað er undantakið, at kavi liggur leingi, og børnini koma líka sum ikki í gongd, áðrenn hann er burtur aftur.

 

Nakað av kava hevur ligið seinastu dagarnar, og nólsoyingar lótu ikki henda møguleika fara aftur við borðinum. Í gjárkvøldið fóru bæði børn, hálvvaksin og tilkomin út at skreiða saman. Eftir viðheftu myndum at døma, stuttleikaðu tey sær óført.

 

Hóast bara stívliga 200 fólk búgva í Nólsoy, er líkt til, at samanhaldið í bygdini er rættiliga gott, og fólk duga at hugna sær saman, tá høvið býðst.

 

Nakrar kvinnur svimja javnan saman á sjónum, sum vit sóu á in.fo fyrr í kvøld, onkur felagsveitsla verður hildin í bygdarhúsinum - og í gjárkvøldið skreiddu tey so saman í bygdini.

 

Og hvør veit, um nólsoyingar í gjárkvøldið ikki eisini sungu: "So hilla vit og skreiða - kjúlala hey fitt flyksingur fúkandi fleyg..."