Ioana Rápa var dagsins kvinna hjá VÍF sunnudagin. Við 18 málum var hon meira enn nakar leikarin, sum vissaði VÍF sigurin, og umframt at fegnast um sigurin, kundi Ioana eisini fegnast um, at hon nú aftur er komin ovast á listan yvir mál í einum dysti.
Her setti Nicoleta R. Hansen seg annars ovast, tá hon skeyt 17 mál í sigrinum hjá Søljuni á Tjaldri, men tað vildi Ioana ikki lata um seg ganga.
Og við 18 málum er Ioana nú eisini einsamøll á toppinum fyri bæði mans- og kvinnudeildina. Seinastu fimm árini er nevnliga ikki komið fyri, at nakar leikari hevur skotið so nógv mál í landskappingardysti í bestu deildunum.