So hava Sofía og Dánial verið á palli í Vancouver

– So sluppu Sofía og Dánial endiliga á senuna, og var tað eitt brak.

 

Soleiðis skrivar Kenneth Hovgaard Djurhuus, sum er ferðaleiðari hjá føroyska liðnum til heimsmeistarakappingina í Karaoke, sum í á verður hildin í Vancouver í Kanada.

 

Tveir føroyingar eru við í kappingini, Sofía Juel Rasmussen úr Klaksvík og Dánial Gomez Guðjónsson úr Havn. Fimm aðrir føroyingar eru við í ferðalagnum.

 

Kenneth Hovgaard Djurhuus skrivar í morgun, at Sofía longu var hin triðja á pallinum.

 

– Hon sang »Before he cheats« hjá Carrie Underwood, og tað var ein veldig og innlivandi framførsla, skrivar hann.

 

Dánial var sum nummar 23 og við »All night long« hjá Lionel Ritchie.

 

– Ein bumba á senuni. Væl upplagdur, smílandi og dansandi undirhelt hann fjøldina, skrivar Kenneth Hovgaard Djurhuus.

 

Hann skrivar víðari, at millum báðar sangirnar sungu okkara sangarar eina duet, »One« hjá U2 við Mary J. Blige. Hetta var eisini ein fantastiskt framførsla, har bæði suppleraðu hvønn annan væl.

 

Í dag er enn eitt umfar, og sá syngur Sofía sum nummar 6 og Dánial sum nummar 10.

 

Tey syngja ávikavist »Hurt« hjá Johnny Cash og »Change the World« hjá Eric Clapton.

 

Í duet-umfarinum syngja tey »Whiskey Lullaby« við Brad Paisley og Allison Kraus.

 

– Tá ið øll hava sungið, finna vit útav, um vit koma víðari, skrivar Kenneth Hovgaard Djurhuus.