So hækkaðu smittutølini aftur

69 tilburðir við koronu vórðu staðfestir í gjár

 

Í gjár vóru 69 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

2689 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 364 smittað og ein persónur er innlagdur við koronu í Føroyum.