So hækkaðu koronutølini aftur

Í gjár vóru næstan tvær ferðir so nógvir tilburðir við koronu, sum dagin fyri.

Í gjár vóru 52 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

3099 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 630 smittað, fimm eru innløgd, og seks eru deyð við koronu í Føroyum.