So gott og so trygt?

Sambært fjølmiðlunum hevur Sosialráðgevarafelag Føroya nú alment úttalað seg um avleiðingarnar av broyttu pensjónslógini, og soleiðis hevur almenningurin fingið váttað frá teim serkønu á økinum, t.v.s. teimum, sum skulu umsita lógina hvønn dag, at lógaruppskotið var ov illa umhugsað.

Tað eigur ikki at siga okkum so lítið.

Nógvar søgur

Vit sum hava roynt at fylgt við, og sum minnast nøkur ár aftur í tíðina, hava ikki gloymt hvussu søgurnar longu byrjaðu at ganga í áttatiárunum um misbrúk av sosiala verkinum, oyðsl av almennum peningi, og um yvirmannaða og alt ov kostnaðarmikla Almannastovu. Søgurnar eru ikki deyðar enn! Ávísir politikarar hava heldur ikki spart uppá atfinningarnar.

Men nú skuldi alt so broytast, og vit skuldu fáa nýggjar føroyskar lógir.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at henda viðmerking er ikki skrivað sum verjurøða fyri starvsfólkið á Almannastovuna. Viðmerkingin er meira ætlað til at vísa á, hvat er við at henda í okkara samfelag, og fyri at rópa eitt varskó ? einaferð enn!!


Sosiala økið

Sosiala økið er breitt og umfatandi, tað umfatar alt samfelagið, og tað merkist í gerandisdegnum, uttan at øll kanska hugsa so nógv um tað. Og eitt er, sum skal sláast fast: sosiala økið er kostnaðarmikið í krónum og oyrum her og nú. Men vilja vit hava eitt vælferðarsamfelag, og tað vilja vit, so mugu vit øll vera við til at gjalda tað, sum tað kostar. Vit spara tað aftur aðrastaðir, sum tíðin gongur, men sjálvandi skal skil vera í tí vit gera.


Brúkt nógva tíð og orku

Nógv tíð og orka er brúkt til at svara spurningum frá fólki, síðan pensiónslógin varð broytt, sigur fakfelagið hjá sosialrágevarunum, og heldur ikki hava sosialráðgevarar greitt vitað, hvussu tey skulu umsita lógina, tí broytingar hava verið nógvar.

Hetta kunnu vit sum politikarar ikki bjóða okkara borgarum, samstundis sum vit reypa av, at yvirskotið í landskassanum er stórt.

Sum eitt dømi kann nevnast Sjúkrahúsverk Føroya, sum er illa fyri, hóast ein partur fekk størri játtan á fíggjarlógini enn ætlanin frá landsstýrinum upprunaliga var. Størsta sjúkrahúsið, Landssjúkrahúsið, var rættiliga við skerdan lut í mun til tørvin. Men, nú skuldu pensionistarnir fáa tað nógv betri, segði landsstýriskvinnan. Alt skuldi nú gerast so gott og trygt, rættvíst og einfalt at umsita, so sjúkrahúsverkið mátti bíða. Ta søguna kenna vit so nú!


Gongdin

Tí verður her ávarað, enn einaferð, um gongdina undir hesum landsstýrinum.

Nú fara politikarar úr teim trimum landsstýrisflokkum til Danmarkar um heilt stutta tíð at gera sáttmála um, at vit megna sjálvi, nú taka vit ábyrgd! Gamaní, vit skulu hava skiftistíð (siga somu flokkar!!), men sáttmálin skal gera greitt, at vit verða leys frá Danmark. So loysa vit trupulleikarnar við tíðini, og hægsta prísin fara so okkara børn og barnabørn at gjalda, men hva tá? Um Annfinn Kallsberg, Óli Breckmann, Heine O. Heinesen og møguliga Helena Dam á Neystabø og Høgni Hoydal tá eru farin burtur úr politikki, vita vit ikki, men tá verða tey helst leys av øllum. Tey fara ivaleyst at klára seg, men hini í pensiónsaldri, hvat við teimum?? Tá verður nakað seint at skylda uppá danir, men helst fer tað at verða so.

Hetta er vert at hugsa um, og hetta skulu vit hugsa um, áðrenn tey fara til Danmarkar at taka avgerðina fyri okkum, tí tá samráðingarnar eru lidnar, tá er longu ov seint, tá er avgerðin tikin. Tá fólkaatkvøðan verður, verður onki at velja í, tá verður bert eitt uppskot!


Tórshavn 11-02-2000 Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin