So gongur tann gleðistreymur í ring

Stóra dansistevna Havleikur 2002 varð sett á Vaglinum í Havn mikukvøldið. Einir 600 dansarar luttaka á stevnuni, og vóru teir flestu savnaðir á Vaglinum, umframt nógv onnur, sum komin vóru at hyggja at, tá stevnan varð sett

Dansistevna

Tórshavn:Stóra norðurlendska dansistevnan, Havleikur 2002, varð sett í fínastu líkindum á Vaglinum í Havn mikukvøldið.
Fólk savnaðist sum vanligt er til slík høvi. Tey komu úr ymsum heraðshornum, og áðrenn nakran vardi, var rættiliga væl av fólki savnað kring Vaglið og niðan móti Tinghúsinum. Nógv vóru í føroyskum búna. Eyðvita fólk, sum luttaka á stevnuni og skuldu vera við í teimum tiltøkum, sum skudu vera út á kvøldið.
Fólk bíðaði eftir, at okkurt skuldi henda, og tað gjørdi tað so. Tí niðan eftir Áarvegnum kom flagskrýdd skrúðgonga við dansarum, sum halda til á Eysturskúlanum. Ymsu norðurlendsku fløggini vóur at síggja, umframt tað hetlendska, sum eisini var umboðað.
Og tað var, sum formaðurin í Slaíð Ring, landsfelagnumm hjá føroysku dansifeløgunum siteraði úr Orminum Langa, at fagurt var tað lið, sum savnað var hetta summarkvøldið í góðveðrinum til dans og leik, sum eisini liggur í navninum Havleikur.
Sum slíkum tiltøkum líkt byrjaði tað við røðum frá ymsum myndugleikum og persónum, sum ynsktu gestunum, bæði útlendskum eins og føroysku luttakarunum, vælkomnum.
Røðararnir tóku allir í føroyska mentan og serliga dans. Onkur var kanska í so langrøkin. Tað er helst ikki neyðugt at brúka nógva tíð at greiða fólki, sum komið er uttanlendis at dansa, frá, hvat føroyskur dansur er. Tað vita tey, tí tey hava áhuga fyri tí. Sum tað eisini sást, tá tikið varð saman móti endanum, og øll dansaðu til fyrra part av Orminum Langa. Trupuleiki var eingin við stevinum hjá hesum fólkum. Tey eru jú vandir dansarar.
Men Havnin hevði gjørt sítt besta at taka væl í móti gestunum, og tað má sigast, at tað eydnaðist til fulnar.
Flagskrýddi býurin vísti seg frá síni bestu síðu, eins og veðrið eisini var til vildar.
At onnur mentanartiltøk samstundis eru i býnum, ger ivaleyst ikki upplivilsið hjá dansarunum minni.
Eftir at umboð fyri fyrireikararnar, Sláið Ring, og borgarstjróan í Havn høvdu hildið røðu, setti landsstýrismaðurin við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, stevnuna.
Tá stevnan varð sett, varð tíð hjá luttakarunum at sýna fram síni kynstur, og eitt sindur ymiskt var, hvussu tey komu frá tí, skal sigast.
Fyrsta byrjanin var eitt sindur trilvandi. Álendingar høvdu valt einar tveir eitt sindur stillar dansir, sum ikki rættiliga fingu lív í fólkið, sum stóð rundan um og hugdi at. Men stuttligt var tó at hoyra songkvinnuna syngja um gentuna, sum sat og spann og bíðaði eftir biðlinum, sum ikki kom. Jú, vit kennast við. Hon stóð har við rokkin og spann.
Men tá danirnir beint aftan á komu út á asfaltið og fóru at dansa, kom rættiligt lív í. Tey vístu av sonnum, at tey vóru komnir til leik og spæl, og sóu út til at njóta hvørt stig, tey tóku.
Eisini hetlendingarnir vórðu væl fagnaðir. Tey høvdu, eins og danirnir, lættar dansir og lívlig løg. At fólkini so einsi vóru ung, ein smágenta upp á eini sjey-átta ár var við, og hon dugdi væl at dansa, helt hýrinum hjá áskoðarunum uppi.
Soleiðsi gekk slag í slag, til føroyingar áttu at enda. Fyrst fólk úr Dansifrøi, áðrenn tikið varð saman í ring og øll, sum vóru á Vaglinum, vórðu boðin uppí.
Hetta gekk eisini rímiliga væl. Fólk dugdu stev, og føroyingarnir kvóðu við, sum vera man, hóast tað skiltist á skiparanum aftaná, at hann helt seg hava klárað tað fult so gott áður.
Setanin á Vaglinum var at enda komin, og dansifólkið, við føroyingum kvøðandi á odda, fór í skrúðgongu niðan í Sjónleikarhúsið og fimleikarhallirnar i Kommunuskúlanum, har dansast skuldi til midnátt. Sonevndur samansjóðingardansur, skuldi vera.