So glapp hjá Havnar Róðrarfelag

Dreingirnir á Sìlinum vunnu á jóansøku fyrsta sigurin í summar til stóra felagið í Havn

Tað hevur verið soltið hjá Havnar Róðrarfelag í summar. Fyri viku síðani var um reppið, at dreingirnir á Sílinum vunnu, men eftir at tað varð kannað aftur og aftur, varð úrslitið, at Frúgvin vann, og at Sílið var næstfyrstur á mál.

Í dag var heilt øðrvísi. Sílið sprakk avstað, og Sílið var undan avbjóðarunum allan teinin. Tá ið bátarnir nærkaðust málinum, var munurin aftur til teir næsta væl meiri enn ein bátslongd.