So glapp hjá Frem

Danska 1. Deildarliðið Frem hevur fingið vánalig úrslit í venjingardystum seinastu vikurnar, men hetta vikuskiftið helt Frem málveitslu í Greve, og hesaferð fór einki mál ígjøgnum

Frem skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki øktu teir upp í 5-0, sum gjørdist úrslitið. Atli Danielsen spældi á miðvøllinum frá byrjan, men hann varð tikin út, tá ið støðan var 4-0 til Frem.