Tað er ein ósiður, at politikarar, ið hava valdið til at taka avgerðirnar, kasta ábyrgdina yvir á onnur – ikki minst tá lagt verður persónliga eftir embætisfólki, sum útinna tann setning politiska skipanin hevur álagt teimum.
Formaðurin og serfrøðingarnir í grundlógarnevndini, sum sett varð í 1999, lótu longu í 2001 frágreiðing til landsstýrismannin í sjálvstýrismálum, har eitt fullfíggjað uppskot til grundlóg fyri Føroyar varð gjørt.
Tað, sum síðani hevur restað í, er tann politiska viðgerðin og støðutakanin til uppskotini. Og eyðsýnt er, at tey álit, ið síðani eru skrivað, hava broytt lítið og onki í uppskotinum, sum varð gjørt í 2001.
Formaðurin og embætisfólkini í nevndini hava lagt nógv fyri til tess at fáa politikararnar at taka støðu og finna semjur.
Men tað hevur ikki eydnast, og hvør kann gera sær sínar metingar um, hví so er.
Málið hevur verið hálað út politiskt seinastu árini, og nú seinast við at parkera málið í tinginum.
Ábyrgdin fyri hesum er politisk og bara politisk.
Tað er til lítlan sóma fyri politisku skipanina, at formaðurin í tingbólki hjá stjórnarberandi flokki, sýnir slíka framferð móti fólki, ið hava arbeitt eftir eini løgtingslóg og hava fylgt øllum politiskum ásetingum.
Hetta er dømi um ta gongd, ið skapar misálit og vantandi áhuga millum fólk fyri føroyskum politikki.
Tí er uppgávan hjá okkum greið: Vit skulu hava álit og greiða kós aftur í føroyskan politikk. Ikki uttanumtos og ábyrgdarundanstøkking.