Jau, tú las rætt. Tað er nokk av olju at finna í Føroyum. Vit eru faktiskt so mikið framkomin í Føroyum, tá tað kemur til oljuleiting, at ongin grund er at uppsøkja oljuna, tí hon kemur til okkara.
Um vit bara taka seinastu vikuna, so hevur Nólsoyarfjørðurin pumpað túsundtals litrar av oljupengum inn í tað føroyska samfelagið. Vit hava faktiskt so nógva olju, at vit meir enn fegin vilja deila hana við okkara fiski, goggum og hvalspýggjum.
Endiliga havi eg fatað hugskotið handan Atlantic Petrolium & Co. Tá Føroyar leita eftir olju, so merkir tað faktiskt, at Føroyar leita eftir olju, sum skip hava latið út í havið. Tað hevur onki við boriplatformar at gera. Teir virka bara sum "aflednings manøvre" í tí stóru ætlanini. Á henda hátt kunnu vit tjena tons av pengum upp á oljubøtur. Vit skulu sostatt virka sum fremsti oljukøstur í heiminum og kunnu lættliga tjena milliardir, um vit bera okkum rætt at! Endiliga sleppur fólkið at merkja ágóðan av áralangari gransking innan oljuvinnuna, sum í síðsta enda fer at bjarga Føroyum.
Vit kundu eisini tikið stigið fult út. Nú fólk í álvara tosa um kjarnorku sum eina alternativa orku. Hví ikki byrja við kjarnorku royndaspreingingum? Vit kunnu loyva londum, sum ikki liggja við havið at royndarspreingja í okkara havi. Kanska tað er tann alternativa vinnan, sum skal til fyri at bjarga Føroyum úr kreppuni? So verða vit eisini tjóðin, sum fer at hava flest nýggj sløg av fiski við tveimum stertum, trimum høvdum o.s.fr.. Vit verða tað nýggja Galapagos og ferðavinna fer helst endiliga at fáa tað síðsta sparki, sum ger at Føroyar verða heimsins nalvi.
Nei seriøst. Nú mugu tit fólkavaldu og kommunurnar for f.... taka tykkum saman og fáa skil á hesum óskilinum. Ger ein lóg, har tað snýr seg um milliónabøtur, har oljulekar gera seg galdandi. Tað kann ikki vera rætt, at tað føroyska havumhvørvið skal verða synonym við lort.