So flottir og vakrir stóðu teir á bedingini hjá Mest

Trolararnir, sum vóru systirskip og sum hava partrolað, bæði eftir upsa, gulllaksi og makreli, hava havt góðar eigarar, reiðarar og góða manning.

 

Teir hava roynst væl, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin og so vakrir og flottir, sum henda myndin vísir, stóðu teir á bedingini hjá Mest í Havn herfyri, tá báðir fingu nýggj trolspøl.

 

Tey gomlu spølini, sum vóru frá Oilwind í Vágum, høvdu staðið í skipunum í stívliga 30 ár, og nú varð vónað, at nýggju spølini úr Noregi fóru at roynast eins væl, og tey føroysku høvdu gjørt.

 

Men, tíðliga í morgun sakk Eysturbúgvin, soleiðis sum vit hava hoyrt í morgun. Tíbetur eydnaðist tað at bjarga allari manningini, sum telur sjey, og eftir umstøðunum hava allir tað gott, verður sagt.

 

Men, at hetta hevur verið ein stórur skelkur, ivast eingin í.

 

Tað eru fleiri ár síðan, at Vesturbúgvin fekk nýggjan motor, sum eisini varð høvuðsklassaður fyri eftirhondini nøkrum árum síðan. Nøkur ár seinni fekk eisini Eysturbúgvin nýggjan motor.

 

Trolararnir, sum vóru systirskip og sum hava partrolað, hava havt góðar eigarar, reiðarar og góða manning. Skipini hava fiskað upsa um veturin og gulllaks í summarmánaðunum.

 

Teir hava eisini partrolað eftir makreli saman.

 

Nú tað gekk galið á hesum túrinum, og Eysturbúgvin sakk, vóru teir júst byrjaðir á gulllaksi, sum teir plagdu at fiska saman fram til heystar. Tvey onnur partrolarapør hava eisini gulllaksaloyvi.

 

Føroyska gulllaksaveiðan, sum hevur verið grundarlagið hjá skipunum í summarmánaðunum og samstundis ein týðandi partur av rávøruni hjá Tavuni í Leirvík, er eisini MSC-góðkend. 

 

Bæði skipini høvdu tangar og køliskipan umframt eina minni ísfiskalast til kør. Tangarnir taka eini 115-120 tons av fiski, og ísfiskalastin tekur eini 40 tons í kørum, tá hon er á tremur.

 

Síðan skipini vórðu nýbygd, høvdu báðir eisini skift køliskipanina. Tangarnir rigga væl til gulllaksin, og teir eru eisini komnir væl við, tá skipini í tíðarskeiðum seinnu árini hava fiskað makrel.

 

Reiðarar á Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum eru ávikavist Bjarki Magnussen í Húsavík og Dánjal í Skálum í Vestmanna, báðir blíðir, fryntligir, skilagóðir og tiltalandi menn, sum hava dugað væl at samstarvað.

 

Ímyndin á brúnni á Eysturbúgvanum gjøgnum øll árini var Jóhan Petur í Soylu á Sandi, sum eftir 40 árum á sjónum gavst at sigla í 2017, tá hann, sum hann sjálvur tók til, kom á "landsliðið".