Russiska Yvirhúsið samtykti fyrrapartin eina lóg, sum staðfestir, at Russland kann gerast limur í altjóða handilsfelagsskapinum WTO. Lógin kemur í gildi, tá Vladimir Putin, forseti, hevur skrivað undir hana.
Stjórnin í Moskva sigur, at tað er eitt søguligt stig, at landið gerst limur í WTO, og hon leggur afturat, at limaskapurin fer at økja virksemið í vinnuni. Andstøðan sigur hinvegin, at WTO-limaskapurin fer at hava óhepnar sosialar avleiðingar.
Eygleiðarar siga, at við limaskapinum í WTO fær Russland ein týðandi leiklut í heimsbúskapinum.
Danmark hevur sett sær sum mál at økja útflutningin til Russlands munandi. Harafturat kannar danska stjórnin møguleikarnar fyri at fáa russar at gera fleiri íløgur í Danmark.