Teir mongu hondbóltsáhugaðu føroyingarnir gleða seg óivað til at sunnudagurin kemur, og farið verður undir eitt nýtt kappingarár. Øll eru tey spent at vita, hvussu teirra lið er fyri, og hvussu vorðið man verða við mótstøðuliðunum.
Favorittarnir eru teir somu
Um vit skulu royna at gera eina meting av, hvørji lið fara at standa seg best í hesum kappingarárinum, er tað nógv, sum kundi bent á, at tað allarhelst verða somu lið, ið fara at stríðast um heiðursmerkir.
Í fjør var kappingin hjá monnunum óvanliga spennandi, tí at trý lið høvdu møguleikan at gerast meistari á seinasta leikdegi, og avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta sekundi av einum serstakliga spennandi klassikara millum Kyndil og VÍF í Havn.
Júst Kyndil og VÍF fara óivað aftur í ár at liggja frammalaga. Føroyameistararnir úr Kyndli hava at kalla sama fólki sum í fjør, og undir leiðslu av roynda venjaraparinum, Kára Nielsen og Birgir Hansen, sum tóku um endan farna kappingarár, fara teir grønklæddu úr Havn at royna at verja meistaraheitið.
Í Vestmanna er áhugin fyri hondbólti sum altíð stórur. Leikarahópurin hjá vestmenningum er næstan einki broyttur í mun til í fjør. Stóri rumenin, Piti Negru, er farin at spæla við hoyvíkingum, men hann var aldrin nakar stuðulsleikari í VÍF. Fyrstu umførini av landskappingini í ár noyðast vestmenningar tó at verða landsliðsleikaran, Áka G. Olsen, fyriuttan, tí at hann er á brúdleypsferð í USA. Hinvegin venur hin Áki Olsen aftur við fullari megi, eftir at hann varð skaddur ein stóran part av farna kappingarári. Vestmenningar hava í ár ein nýggjan venjara, Dia Midjord, sum í fjør var venjari hjá Neistanum, og sum hevur drúgvar royndir sum venjari.
Eisini Neistin má teljast millum favorittarnar. Í mun til í fjør er ein útlendingur burtur, nevnliga vinstri bakkurin, Dragisa Stojovic, men har er skikkaður avloysari funnin. Neistin hevur nevnliga sett ársins leikara í fjør, Damir Oros, sum leikandi venjara. Oros, ið hevur verið í KÍF í nøkur ár, var eisini toppskjútti í føroysku kappingini seinasta kappingarár. Strikuspælarin Birgir Kass er farin at spæla við hoyvíkingum, og landsliðsleikarin, Heini Hanusarson, er farin aftur til Danmarkar.
Gamal kenningur í KÍF
Strandingar hava óivað eisini hug til at blanda seg upp í oddastríðið, men hjá StÍF hevur tað stóran týdning, um Sveinur Justinussen verður verandi í Føroyum, ella um hann fer til Danmarkar at spæla. Sveinur kann verða munurin millum ein oddasess og eitt pláss miðskeiðis á stigatalvuni.
H71 hevur aftur í ár danan Henrik Gerster sum venjara, og fólkið hjá hoyvíkingum er á leið tað sama, og sum áðurnevnt eru eitt nú Piti Negru úr VÍF og Birgir Kass úr Neistanum komnir til felagið, so ikki kann sigast annað, enn at tað legst til við stórum fólki í Hoyvík.
Seinasta liðið í 1. deild hjá monnum er KÍF. Kollfirðingar fara óivað at sakna Damir Oros í ár, tí hann hevur havt sera stóran týdning fyri liðið. Í ár verður tað so ein kollfirðingur, ið skal venja KÍF, og tað er eingin annar enn Jóan Pauli Olsen, sum nógvir hondbóltsáhugaðir føroyingar óivað minnast aftur frá fyrr av, tá ið hann spældi við ávíkavist KÍF og VÍF. Jóan Pauli var tiltikin stríðsmaður á vøllinum, og tað verður óivað neyðugt hjá KÍF at finna eitt sindur av hesum stríðsviljanum fram, tá ið farið verður undir landskappingina.
Átta lið í bestu kvinnudeildini
Í ár verða tað heili átta lið í bestu kvinnudeildini. Í mun til farna kappingarár, tá ið sjey lið vóru, er Tjaldur úr Runavík komið afturat. Men tá ið tað er sagt, kann ikki væntast annað, enn at kappingin fyrst og fremst fer at standa millum tvey lið, nevnliga Stjørnuna og VB, sum eisini vóru argastu kappingarneytar farna kappingarár, tá ið Stjørnan streyk avstað við greipuni framman fyri nøsini á vágskvinnum.
Stjørnan hevur mist onkran profil, men tilgongd hevur eisini verið. Eitt nú hevur Stjørnan fingið fatur á landsliðsmálverjanum, Fríðu Petersen, ið annars altíð hevur spælt við Kyndli.
Í Vági verður saknurin stórur í landsliðsleikaranum, Gurið Mortensen, ið er farin av landinum í útbúgvingarørindum, men hinvegin er nýtt fólk komið til felagið.
Kvinnurnar hjá VÍF hava mist ein týðandi leikara í Nicolinu Eyðbjørnsdóttir, sum er farin at royna eydnuna sum yrkisleikari í Spania. Eisini er onkur onnur fallin frá úr hópinum í mun til í fjør, so tað verður tungt hjá nýggja venjaranum, Sophus Dahl-Christiansen, at fáa vestmannakvinnur upp at bjóða bæði Stjørnuni og VB av.
Neistin hevði í fjør eitt rættuliga gott lið, sum á sínum bestu døgum kundi geva bæði Stjørnuni og VB skarpan gang, og tá ið havt verður í huga, at neistaliðið er rættuliga ungt, er ikki óhugsandi, at tær verða sterkari í ár, nú tær hava fingið eitt sindur meiri royndir.
Tey fýra omanfyri nevndu kvinnuliðini fara helst at mynda ovaru helvt av stigatalvuni, meðan hini fýra Kyndil, StÍF, Tjaldur og Sóljan fara at mynda niðaru helvt.
Tað hevur ljóðað, at liðið hjá Kyndli skuldi fáa styrk, men samstundis hevur felagið mist bæði Fríðu Petersen, Anniku Thomsen og Sabine Frølund. Nýggjur venjari hjá Kyndil er Geir Wardum, so har hevur felagið fingið fatur á einum ordiligum kapasiteti.
Hvussu er statt við fólki í hinum trimum liðunum, vita vit ikki so nógv um enn, men tær næstu vikurnar fara at vísa, hvussu tey ymisku liðini eru fyri, og vit bíða í spenningi.