So fer aftur at regna

Komandi dagarnar streymar lýggj og óstøðug luft inn yvir Føroyar av suðri og fleiri lágtrýst koma væntandi framvið.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, men seinnapartin snarar hann í ein landsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sólglottar, tó okkurt æl. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin um 8 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina yvirhøvur skýggjað og regn. Hitin um 8 stig.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, ættin fyri tað mesta millum landsynning og útsynning. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinni makar niður í lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 4 og 8 stig.